Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Inuit

Sunnudagin 1.maj kl. 16.00 vísir Norðurlandahúsið filmin Inuit.  

Fotografurin Jette Bang (1914-1964) búði í Norðurvestgrønlandi 1938 – 1939. Meðan hon var har, tók hon upp filmin “INUIT”, sum er heimsins fyrsti sigsøguligi filmur í litum. 

Grønlandsstýrið  í Keypmannahavn bílegði filmin, sum skuldi vísa framburðin hjá hjálandaveldinum í Grønlandi. Hann skuldi vísast á heimsframsýningini í Bergen í 1940, men hetta varð av ongum. 

Eskimologurin og stjóri í Grønlendska Húsinum í Keypmannahavn Leise Johnsen, greiðir frá grundarlagnum undir filminum og lýsir ta avbera góðu dokumentatiónina hjá Jette Bang í myndum. 

Kostnaður 50 kr.