Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ÍSF á ferð – Sandoy

Mikukvøldið 30. mai 2018 kl 19.00 skipar ÍSF fyri einum evniskvøldi í Ítróttarhøllini á Sandi.

Tiltakið er ætlað nevndarlimum og ábyrgdarfólkum í ítróttafeløgunum í Sandoy og annars øllum, sum hava hug at luttaka. Endamálið við tiltakinum er at kunna feløgini um ÍSF og tess virksemi.

Evnini, sum verða viðgjørd, eru m.a.:

Bygnaðurin í ÍSF
Tryggingarviðurskiftir
Doping
Etisku leiðreglurnar
Rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur
Skeiðsvirksemi
Strandferðslukortini
Skattur og MvG
Ítróttaravtalan
o.a.
Tiltakið byrjar klokkan 19 og er í umleið 2 tímar.
Higartil í ár hava vit vitjað í:
Klaksvík
Vágunum
Runavík
Tórshavn
Tvøroyri