Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilvildarlig mynd

ÍSF á ferð

Mikukvøldið 24. januar skipar ÍSF fyri einum evniskvøldi í skúlanum við Løkin, Runavík. 

Tiltakið er ætlað nevndarlimum og ábyrgdarfólkum hjá ítróttafeløgunum í Eysturoynni. Endamálið er at kunna feløgini um ÍSF.

Evnini, sum verða viðgjørd, eru m.a.:
Bygnaðurin í ÍSF
Skattaviðurskifti hjá ítróttafeløgum
Etisku leiðreglurnar
Doping
Tryggingarviðurskiftir
Rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur
Skeiðsvirksemi
o.a.

ÍSF hevur sett sær sum mál at koma út til øll økini í landinum at kunna um virksemið hjá ÍSF.
Tiltakið byrjar klokkan 19 og er í umleið 2 tímar.

ÍSF ferðast eisini til:

Vágar 7. februar
Klaksvíkar 21. mars