Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ísvøllurin letur upp aftur

Sum kunnugt fór høvuðspumpan til ísvøllin á Vaglinum fríggjadagin, og tí bráðnar ísurin spakuliga.

Greitt er, at pumpan gerst ikki aftur. Tað er nú eydnast kommununi at fáa til vega nýggja pumpu úr Sveits.

Gongst sum ætlað kemur pumpan við Atlantic mikudagin, um so er, at pláss er í flogfarinum. Pumpan verður sett til beinanvegin, og stutt eftir er klárt aftur at skoyta.