Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ítróttasamband Føroya fær elektróniska skrásetingarskipan

Ítróttasamband Føroya, sum varðar av føroyskum ítrótti, er skipað í 16 sersambond við tilsamans 115 ítróttafeløgum. Í ítróttafeløgum eru nógvir limir, men neyvt hvussu nógvir, hvussu kynsbýtið og aldursbýtið er, og hvørt teir eru virknir ella ikki, vita vit ikki.

Hetta eru áhugaverdir upplýsingar, ið ítrótturin ynskir at skráseta í eina felags elektróniska skrásetingarskipan.

Ein bólkur úr ítróttaumhvørvinum, umboðandi ítróttafeløg, sersambond og Ítróttasamband Føroya arbeiðir í løtuni við at menna og testa skipanina, sum Fridolin Bic hevur átikið sær at menna og standa fyri.

Tá ein slík skipan er liðug, væntandi fyrst í komandi ári, kunnu øll ítróttafeløg, sersambond og Ítróttasambandið skráseta limir sínar í hesi skipan. Hetta fer at lætta um hjá øllum og gevur møguleika fyri, at limagjald og onnur viðkomandi viðurskifti fara umvegis eina og somu skipan. Eisini verður møguleiki at fáa neyðug hagtøl úr skipanini, hagtøl ið kunnu verða góð til ymiskar raðfestingar hjá ítróttinum.

Sigast skal, at skipanin kann mennast til tørvin hjá ymisku ítróttagreinunum, men í fyrstu syftu halda vit okkum til tað, vit hava felags.

Ítróttasamband Føroya hevur sent øllum Sersambondum eitt skrásetingarskjal, ið Sersambondini skulu senda til feløgini at fylla og senda isf@isf.fo í seinasta lagi 7. desember 2011.

Endamálið við hesum skjali er, at fáa so nógvar av verandi limum í skipanina, áðrenn hon verður tikin í brúk.

Áðrenn skipanin verður tikin í brúk, verða umboð fyri feløg boðin til nærri kunning/upplæring.

Ítróttasamband Føroya vónar, at ítróttafeløgini taka væl ímóti skipanini og gera sítt besta fyri at vit røkka málum.