Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Íverksetarin Nólsoyar Páll

Framløga av bókini Ættarsambandið við Nólsoyar Páll í Tórshavn 29. oktober 2018

Vit eru komin saman í kvøld at fegnast um, at vit í samstarvi hava fingið út bókina um ættarsambandið við Nólsoyar Páll.

Tað er Nólsoyar Páls Grunnurin, sum hevur tikið stig til at fáa hesa bók útaftur, nú fyrsta útgávan eftir Onnu Fíu í Vági var útseld fyri nøkrum árum síðani. Í nevnd grunsins eru Anfinn Kallsberg, Hans Tausen Olsen og Petur Nolsø. Teir hildu, at nú kundi høvið nýtast til at fáa fyrru útgávuna frá 1997 dagførda og harumframt víðkaða við einum navnayvirliti. Fleiri túsund fólk eru í ættini, so ringt er at greina hana alla, og tí var hildið, at hetta mátti síggjast á prenti. Roynt var at fáa skilafólk í ættini at siga tað tey vistu, og tey settu onnur í gongd. Henda bók er tí í enn størri mun enn fyrra útgávan eitt úrslit av samstarvi í allari ættini. Serliga eru tað ommurnar, sum hava verið dyggar. Tær og nakrir av abbunum hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa alt upp á beint, og skulu øll hava stóra takk fyri sítt lutverk. Uttan tey var eingin bók komin. Hesar eldsálir hava ikki havt tað lætt. Myndugleikarnir hava ikki verið serliga samstarvsfúsir. Kirkjubøkur kunnu ikki nýtast fyrr enn eftir 80 árum. Landsfólkayvirlitið er ikki alment atkomiligt, og hóast øll deyðsboð koma í útvarpið, so hevur kringvarpið ikki eitt yvirlit yvir tey deyðu síðan sendingarnar tóku við í 1957. Tí skulu øll tey, sum við at spyrja seg fyri í ættini hava greitt mangar fløkjur, hava almikla takk fyri tað ótrúliga arbeiði, sum tey hava gjørt. Mítt egna lutverk hevur ikki havt nógv upp á seg. Tað hevur ikki verið øðrvísi enn hjá einum og hvørjum postboði. Fróðarfólk hava sent teldubrøv til mín, og eg havi sent tey víðari. Tað er prentsmiðjan Gramar, sum hevur sett handritið upp, lisið rættlesur og fingið bókina prentaða. Har hevur John Dalsgarð verið raskur, og hann er eisini við í bókini! Nógv er gjørt fyri at fáa alt so rætt sum møguligt. Vit vita alt ov væl, at einki mannaverk er lýtaleyst, og tað er henda bókin heldur ikki. Vit skulu so miriliga biðja tykkum orsaka øll mistøk okkara. Kemur onkur fram á nakað, sum er atfinningarsamt, verður biðið um at boða grunninum frá sum skjótast, so tað kann verða rættað í næstu útgávu.

Tað er ein bærilig bók, sum er komin burtur úr hesum felags avriki hjá ættini hjá Nólsoyar Páli. Heimskendi listamaðurin Tróndur Patursson hevur gjørt kápumyndina eftir tí hann ímyndar sær at Royndin Fría hevur sæð út. Tað hevur kanska hjálpt hugflogi hansara, at hann er langabbasonur Jóannes bónda í Kirkjubø, sum var langabbasonur Nólsoyar Páll. Vit hava eisini fingið Erling Isholm at gera ein navnalista, so bókin ikki bert er eitt prýði fyri eina og hvørja bókhill, men eisini er sera væl nýtilig sum handbók. Hon er tí av stórum virði ikki bert fyri ættina, men eisini fyri øll sum áhuga hava fyri ættargransking.

Fyrstu framløguna av hesi bók høvdu vit í Klaksvík 24. oktober. Har giftist Appolonia, yngsta dóttirin, og er hon formóðirmeginpartinav eftirkomarunum Páls. Tað var eisini har norðuri í Vági, Nólsoyar Páll fekk í lag Føroya fyrsta reiðarí.

Næstu framløguna høvdu vit í Eysturoynni dagin eftir. Tað var tí, at elsta dóttir Páls, Súsanna Malena, giftist í Lamba, og eftir henni er ein stór ætt.

Nú hava vit framløgu av bókini í Suðurstreymoy, og er hetta tí, at miðlingadóttirin Sigga Suffía ggjørdistmatmóðir á kirkjubøgarði. Hon var omma teirrasum fingu sær navnið Patursson, og hevur henda ættargreingjørt vart við seg bæði herog um allar Føroyar.

Hví er Nólsoyar Páll nakað serligt?

Men hvat er tað sum ger, at vit framvegis heiðra minnið um Nólsoyar Páll? Hví spyr Kári P: "Hví hjálpir oss nú eingin Nólsoyar Páll?"

Tann heimur, hann var føddur inn í fyri 252 árum síðani, var jú heilt øðrvísi enn okkara.

Tá hann trakaði sínar barnaskógvar í Nólsoy vóru Føroyar eitt land í Noregs ríki eins og Ísland, Grønland og Hálogaland vóru tað. Tá hann var níggju ár, í 1776,kom ein lóg sum ásetti, at norðmenn fingu innburðarrætt í sínum ríki. Tá hann hoyrdi tey vaksnu kvøða, var tað "Noregis menn! Dansið væl í stillum" sum dundi um lonina.At vit vóru Noregis menn var heilt ítøkiligt fyri allar føroyingar, tí teir høvdu verndarskyldu til norska herin. Á hvørjum ári skuldu 9 unglingar fara í herliðið á skansanum í Havn, sum var ein av skansunum í norska herinum, og har skuldu teir vera víggjafúsirat verja fosturlandið Noreg um ófriðaskipløgdu á Noregs ríki. Í øllum Føroyum búðu umleið eins nógv, sum tað í dag liva í Klaksvík. Hesi fáu fólk skuldu gjalda tungar skattir fyri at skansin kundi vera víggjaførur. At Føroyar vóru ein partur av Noregs ríki var sjálvsagt fyri tey. Tey vóru errin av Trónda í Gøtu, Sigmundi Brestissyni, Ólavi Halga, Sverra kongi og Magnusi Heinasyni.

Diktatur
Noreg var um hetta mundið eitt diktatur. 105 ár fyri at Páll í 1766 var føddur, í 1661, høvdu norðmenn bjóðað kongi alt lóggevandi, útinnandi og dømandi vald, og hann hevði tikið av. Men kongur kundi ikki vera allastaðni, og tí hevði hann sett embætismenn at stýra sína vegna. Noreg hevði eina ríkiskirkju, so prestar vóru um alt landið, og í Føroyum vóru sjey. Harumframt høvdu vit verðsligar embætismenn, sum vóru sorinskrivari, fúti og handisforvaltari. Føroyar vóru eitt amt í norska ríkinum. Amtmaðurin búði tó ikki her, men í Keypmannahavn, og hevði varamann fyri seg í Føroyum. Vit høvdu einki framsagnarfrælsi, ongar fjølmiðlar, og ongan rætt til at halda fundir at viðgera mál av almennum áhuga.

Einahandil og húskallakor
Størsti meinbogin fyri framburði var einahandilin. Hann var komin í lag av tí, at Noreg og Danmark høvdu gjørt ein sáttmála um at vera saman um kong og kríggj, og annars hava fult sjálvstýri. Men kongur búði í høvuðsstaðnum í Danmarkar ríki, og so við og við gekk illa at virða sáttmálan partanna millum. Noreg fekk ikki tann javnrættin, tað hevði fingið lovað tá partarnir gingu undir sáttmálan. Ein avleiðing av hesum var, at handilin við útjaðararnar í norska ríkinum varð lagdur undir kong og høvuðssæti handilsins flutt til Keypmannahavnar. Inntøkurnar av handlinum kom tí fyritøkum til góðar, sum vóru á hesum leiðum. So leingi Páll búði í Nólsoy var leiðslan fyri handilin upp á Grønland, Føroyar, Ísland og Finnmørkina undir einari stjórn av kongsins hægstu embætismonnum. Fyri teir var tann fundarsamsýning, teir fingu, ein frynsugóði afturat føstu lønini. Hetta var eitt so feitt bein, at teir fyri tað fingu meir útgoldið enn ráðharrar kongs fingu í ársløn. Einki er at siga til, at teir vóru ovurhugaðir at verja hesa framíhjástøðu sína. Hetta gav á at bíta tá kongur í 1790 gav boð um at einahandilin skuldi halda uppat í Føroyum. Tá fingu handilsstjórarnir í lag áheitan frá føroyingum um at sleppa at halda fram við at liva undir einahandlinum, og harvið sluppu stjórarnir at dusa sær við handlinum meir enn eina hálva øld afturat. Hesum fingu føroyingar lítið burturúr, tí øll tey, sum starvaðust í handlinum í Føroyum, fingu tilsamans í ársløn bert helvtina av tí, ein av teimum trimum stjórunum fekk í fundarpening.

Sjómaður
Framtíðarútlitið hjá einum bygdardreingi í Føroyum vóru tí vánalig. Hann kundi gerast húskallur, rógva út fyri húsbóndan og arbeiða ull innidagar. Møguleikin fyri at seta búgv og fáa eftirkomarar var mestsum ikki til, um ikki nógv jørð var í húsinum.

Hetta var tað sum stóð Nólsoyar Pálli í boði. Tænasta á skansanum ella hjá einum sum átti jørð.

Men tá hann var 21 ár fór hann út at sigla. Longu árið eftir fer hann til skiparapróvtøku í Keypmannahavn, sum hann stóð við góðum úrsliti. Hvussu hann megnaði tað uttan at hava gingið í nakran skúla vita vit einki um. Tað er tó áhugavert, at tá hann kemur til Keypmannahavnar, vita vit at tveir føroyingar eru har. Annar er Svabo, sum hevði skrivað eina føroyalýsing, sum lá á skrivstovum kongs. Hin var vinmaður Svabo, nevniliga Nikolai Mohr, sum árið fyri hevði fingið útgivið bókina um náttúrulæru Íslands, sum hann hevði skrivað tá hann varð sendur upp hagar at kanna um til bar at fáa postalínsjørð haðani. Eftir at hava skrivað hesa bók, ta fyrstu verðsligu bók, sum nakar føroyingur hevði skrivað, kom hann í høgt starv á kongligu postalínsverksmiðjunu. Nikolai var trímenningur Nólsoyar Páls, og sonur Nikolai var til fosturs hjá nólsoyinginum Jóannesi, sum var timburmaður við kongliga handilin. At Nólsoyar Páll ikki hevur vitjað skyldmannin Nikolai er ti rættiliga ósannlíkt. Báðir dugdu sera væl at koma í samband við fólk og læra av teimum.

Við hvørjum skipum Páll hevur siglt er ikki enn eydnast søgumonnum at finna fram til, men ikki kann útilokast, at skjalasøvn víða um heim kunnu hava skjøl liggjani, sum kunnu lýsa hetta ivamál. Tað vit við vissu kunnu siga, er at hann 1798 fer at sigla sum skipari við skipum handilsins til Føroyar. Her hevði eingin hoyrt frá honum í fleiri ár, men nú hann kemur aftur, er hann høgt á tignarstiganum. Alt bendir á, at hann hevur verið skipari í fleiri ár, og at hann hevur havt stóra inntøku. Hann hevði ikki oytt pengarnar burtur í vællevnaði, og er tí væl fyri. Hann er tí giftingarførur, og brúður hansara gjørdist Sigga Maria úr Kongsstovu í Nólsoy. Tey fara á heysti 1798 til Danmarkar, men ólukkutíð gongur skipið burtur. Av ódnarveðri rekur tað á land við Skagen. Ein av teimum harðastu atfinnarunum av Pálli mátti viðganga, at Páll iðhvussu er dugdi at svimja, tí hann svam konuna til lands gjøgnum brotasjógvarnar. Hetta var eitt bragd, men ikki gott fyri heilsuna hjá Siggu Mariu. Tey fingu eina dóttur í august 1799, sum er doypt í Keypmannahavn síðst í oktober, so veturin 1800 hava tey búð niðri. Men bert eitt ár seinni, 24. oktober 1800 doyr Sigga Maria í Tórhavn, so tey eru flutt til Føroyar hetta ár. Hetta bendir á, at Páll hevur gjørt av at flyta heim til Føroyar. Tað verður sagt, at tey hetta ár búðu í teimum húsum, har handilin hjá Andr. Restorff Jacobsen nú er í Vágsbotni, beint við minnisvarðan fyri Nólsoyar Páll.

Bóndin Nólsoyar Páll
Einkjumaðurin Páll Nólsoy giftist upp aftur árið eftir, á heysti 1801, við Marin Malenu Ziska. Við henni fekk hann fótin fastan í Føroyum. Fyrst festi hann 4. mars 1802 8 merkur úti á Oyri (Norðoyri). Fýra ár seinni býtti hann um við Myrkjanoyri og í hesum sambandi var tað at hann bygdi stásiligu húsini á Biskupsstøð.

Páll var so dugnaligur bóndi, at myndugleikarnir samtyktu at veita honum eitt heiðursmerki. Vit vita eisini, at hann róði út sum aðrir bøndur, tí svangligt var undir lonini, um einki fekst úr hjallinum á sjónum. Hetta var tó ikki meir enn vanligt var fyri ein dugnaligan húsbónda á einum stórum garði í Føroyum. Mesta inntøkan fekst av at virka ull, og tað var arbeiði fyri allar hendur frá morgni til myrkurs hvønn einasta innidag.

Íverksetarin

Tað sum gjørdi Páll øðrvísi enn aðrar bøndur, var at hann hevði stórar ætlanir um at vaksa um framleiðsluna. Nú hevði lagnan sett henda nólsoying niður norðuri í Vági. Sum royndur skipari sá hann beinavegin møguleikarnar ið her vóru. Her var ein av Føroya bestu havnum. Her var nógvur fiskur at fáa - serliga á vári. Sjálvur var hann ikki sørur fyri pening, og kundi hann fáa váðafúsan íløgukapital afturat, so kundi hann fáa skip og umstøður á landi til fiskavirking og handil, o harvið fáa eina stóra fyritøku. Mangar slíkar hevði hann sæð. Vágsbotnhandilin hevði verið ein, men sum skipari hevði hann vitjað mangar fyritøkur. Hetta var í teimum árum, tá reiðarí og fyritøkur komu í næstan hvørjum norskum býi, og hví skuldu hetta ikki bera til í Føroyum? Hann sá gløgt, at havnin norðuri í Vági var nógv betri at virka í enn í Tórshavn, tí har var bert summarhavn og nóg illa tað.

Útjaðarin á odda
Tilvildin bar við sær, at stóra frambrotið kom við samstarvi millum bygdirnar norðuri og suðuri í Vági. Eitt skip við timburlast gekk burtur í Hvalba. Páll kom suður og á uppboðssøluni hevði hann hægsta boð og fekk alt timbrið. Hann tók upp samvinnu við vágbingar, sum settu pening í verkætlanina. Men far skuldi byggjast, og hvør skuldi gera tað? Hetta gjørdi Páll sjálvur. Tað kom væl við at hann var vaksin upp sum sonur ein bátasmið og hevði hjálpt faðir sínum frá barnsbeini av. Hann hevði sjálvandi sum fakmaður havt eyguni við sær har hann hevði verið, men at hann sum bátasmiður kundi standa fyri at byggja eitt skip er í veruleikanum fullkomuliga ótrúligt. Sjálvandi hevði hann hegnismenn afturat sær, men at byggja eitt skip í Vági og fáa tað á sjógv var í sjálvum sær eitt bragd.

Nú hevði hann eitt reiðarí. Hetta er ein fyritøka, og sum í øllum fyritøkum skal ein íløga gerast, og síðan skulu góðar, tvs. vørur og tænastur framleiðast, sum onkur skoytir um, og tí vil gjalda fyri. Íløgan skal vera so stór, at framleiðsluorkan er nóg stór til at nøkta eftirspurningin. Tað Páll her megnaði, var at fáa framleiðslutólið bíliga. Talan var í veruleikanum um reka, sum var keyptur á uppboði. Av tí at Páll hevði verið so sparin, hevði hann ráð at bjóða og tað vóru tað ikki nógv sum megnaðu. Skuldi hann fingið fakmenn uttanifrá at byggja eitt skip, hevði tað verið dýrt. Men hann nýtti sín egna serkunnleika sum bátsmiður til at byggja eitt skip við dekki og rigningi, so íløgan gjørdist ótrúliga lítil. Men uttan mun til, hvussu lítil íløgan er, kostar tað nógv at hava eitt skip. Tað skal liggja í vetraródnum, sum kunnu vera harðar sjálvt í Føroya allarbestu havn. Skip skulu botnviðgerast minst einaferð um árið, og tað er tíðarkrevjandi. Harnæst skulu tey hava vistir til manning, og altíð er okkurt at tríva í at umvæla. Men størsti vansin var, at trot var á siglingarmonnum, serliga navigatørum. Innan alt hetta mátti Páll bróta upp úr nýggjum eins og hann hevði gjørt tað við at byggja sjálvt skipið. Hann fekk ketur at svínabinda skipið á vágni. Hann sigldi skipið inn á sandin á flóð og botnviðgjørdi tað á fjøru. Men mestan dentin legði hann á at vera sjómansskúlalærari. Gløggum unglingum gav hann frálæru í siglingarfrøði, soleiðis at teir sum frá leið kundu føra skip millum lond.

Alt tað sum hann kundi gera fyri at fáa fyritøkuna at rigga gekk eftir vild.

Har kuril kom í, var við øllum tí, sum hevði við tað almenna at gera.

Mótstøðan frá tí almenna
Tað var um hetta mundið, at liberala hugsjónin breyt seg fram. Í tí tíðini, einavaldið fekk fastatøkur í Danmark/Noregi, var hildið, at einasta gongda framburðsleið var at lata tað almenna reka vinnulívsfyritøkur. Hetta var tað, vit kalla merkantilismu. Tað almenna gjørdi íløgur í feløg, sum framleiddu góðar, tvs. vørur og tænastur, sum tørvur var á. Tí var tað, at vit eitt nú fingu monopolhandil í Grønlandi og Føroyum. Hetta var ein smartur máti at flyta ríkidømið frá Grønlandi og Føroyum til høvuðsstaðin. Sami frymil var brúktur við enn størri avleiðingum í Bretlandi, har tað almenna rak indiska kompaníið sum eyðrændi India við tí úrsliti, at hetta veldiga land, sum ár 1700 hevði fjórðingin av heimsframleiðsluni, tá tað í 1947 fekk sjálvstýri aftur, bert framleiddi eitt prosent av heimsframleiðsluni. Endamálið var greitt í báðum førum: At ríka miðdepilin upp við at síggja til, at útjaðarin skríður í skræðuni. Lutverkið hjá tí almenna var at ansa eftir, at útjaðarin veruliga var hildin niðri, og at alt avlopið kom miðdeplinum til gagns.

Men nú skifti rákið. Ein maður sum gjørdi mun í so máta var skotin Adam Smith. Hann gav í 1776 út bókina um upprunan og orsøkirnar til eyð tjóðanna (The Wealth of Nations). Spurningur hansara var, hvussu lond kundu fáa størri búskaparvøkstur? Svar hansara var, at fortreytin fyri hesum var, at stjórnin ikki skuldi leggja seg út í framleiðsluna, men skuldu ansa eftir, at har var frí kapping. So fingu borgararnir tær bíligastu vørurnar. Fríur handil var leiðin fram, og lutverk hins almenna var at leggja upp í við at avtaka allar forðingar fyri fríum handli.

Royndin Fría slapp ikki framat
Her er áhugavert at leggja til merkis, at navnið á tí skipi, sum Nólsoyar Páll smíðaði, var tá skrivað Rojndin Fruja. Tá vit fingu okkara skriftmál, hildu summir menn, at hetta navn skuldi skrivast Royndin Fríða, við ð, tað vil siga tann vakra royndin. Hin møguleikin er, at navnið eigur at skrivast uttan ð sum Royndin Fría. Tá hugsað verður um, at spurningurin um frían handil ella ikki var altavgerandi fyri, um reiðarínum var lív lagað, er tað mest trúligt, at Nólsoyar Páll hevði valt seinna møguleikan, um hann hevði staðið honum í boði.

Reiðaríið skuldi jú hava inntøkur. Ein møguleiki var at fiska á Norðhavinum. Hetta dugdu norðingar væl. Vágsbotnshandilin hjá Ryberg hevði prógvað, at tað bar til at hava várróður og fáa inntøku burtur úr at virka fiskin til klippfisk. Fingu føroyingar fríhandil, so kundi reiðaríið hjá Pálli fáa inntøku, soleiðis sum tað vísti seg at bera til seinni. Ein annar inntøkumøguleiki var sjálvandi at hava farmasigling. Kongligi einahandilin hevði tørv á nógvum skipum. Ár 1800 komu 19 skip til Føroya. Her bjóðaði Páll seg fram sum kappingarneyti til tey donsku reiðaríini, sum handilsleiðslan var von at nýta.

Báðar hesar leiðir at fáa inntøku vórðu stongdar av myndugleikunum.

Lysne og einaveldið 1803
Tað vit skulu minnast til, er at kongurin í dansk/norska ríkinum hevði einaveldi. Øll vistu, at tey tí ikki høvdu nógva ávirkan. Kongur hevði alt vald. Ríki teirra, Noreg, var saman við Danmarkar ríki, og bæði ríkini høvdu ein felags kong, sum búði í Keypmannahavn og vald hansara rakk út í hvønn krók í ríkjunum, sjálvt her. Teir høvdu kirkjuna at hjálpa sær at halda skil á, og teir høvdu fútan, sorinskrivaran og kommandantin á Skansanum við sínum soldátum at vinna á allari mótstøðu. Skattirnir vóru tungir, og vórðu kravdir upp við harðari hond um nakar kom í eftirstøðu.

Hvat kundu fólk so gera um tey vóru misnøgd við eitthvørt? Tey vistu, at kongur hevði alt vald, og tí var ein møguleiki at venda sær beinleiðis til hansara at kæra sína neyð. Men vansin var, at kongur ikki var førur fyri at taka allar avgerðir. Sær til hjálpar setti hann embætismenn, sum tóku allar avgerðir í hansara navni. Vanliga tók kongur blídliga ímóti teimum, sum vendu sær til hansara, men ofta kom einki burtur úr eftir at embætismenninir høvdu greitt kongi frá, at tað vóru teir, sum høvdu rætt, og tann sum var komin fram til kong var ein Jákup sibbi.

Í 1803 mátti ein norskur bóndi sanna, at embætisvaldið ikki var at spæla við. Bøndurnir í nøkrum bygdum á Vestlandinum høvdu frá kongi fingið lættar frá ymsum skyldun av tí at postflutningurin har kravdi órímiliga nógv av teimum. Men so gjørdu embætismenninir av, at teir ikki longur skuldu hava hesar lættar. Ein av teimum virdastu bóndunum í hesum bygdum helt tað vera ovboðið, at embætismenninir ikki vóru kongsins boðum lýdnir, og hann fór til Keypmannahavnar til kong at kæra henda yvirgang. Hesum fekk hann lítið burturúr, og tá hann helt fram við at gera mótstøðu og fekk undirtøku bygdamanna, endaði tað við at herskip við 800 soldátum vórðu send til hesar smáu bygdir. Tey sum har búðu mátti gjalda útreiðslurnar, herflotin hevði av at koma hagar, og øll tey, sum høvdu staðið á odda í mótstøðuni, vórðu handtikin og fingu harðar dómar fyri ólýdni ímóti kongsins embætismonnum og harvið kongi. Teir søktu kong um náði, og hjá flestu gekk tað so dánt, tí embætismenninir høvdu áhuga í at fáa tey til at vera lýðin. Men Lysne, sjálvur oddamaðurin, sum helt at kongsins boð vóru galdandi, fekk onga náði. Tá so var, hóvaði tað teimum høgu at lata kong vera harðan, og so var í hesum føri. Lysne bóndi noyddist ta tungu leið til høggustabban, mátti leggja seg fram eftir rommum, bøðilin reiggjaði øksini og høgdi høvdið av Lysne bónda.

Hetta hendi í árinum 1803, samstundis sum embætismenninir í Føroyum leggja til merkis, at norðuri í Vági er ein maður, sum kemur við nøkrum heilt nýggjum, sum kundi hótta teirra tak á føroyska fólkinum. Teir eru skjótir at leggja fótonglar fyri hesa hóttandi fyritøkuna. Teir forða fyri at fiskur verður seldur av landinum. Tá Páll bjóðar skipið fram til farmasigling er svarið nei. Ein av teimum vørunum, sum til bar hjá privatfólki sjálv at senda niður, var troyggur. Men so komu boð um, at eisini tær skuldu koma undir einahandilin. Tá Páll so fór avstað við nøkrum troyggjum, varð hann skuldsettur fyri loynihandil og fekk tungar ákærur ímóti sær.

Fuglakvæðið
Hann royndi at verja seg sum frægast, millum annað við at yrkja Fuglakvæðið, men einki er at ivast í, at sluppu embætimenninir at hóreiggja sær sum teimum lysti, so kundi Páll uttan iva fingið somu lagnu sum Lysne bóndi og verið hálshøgdur hóast hann eins og Lysne bóndi hevði lagt málið fyri kong. Nú hendi tað, at embætisvaldið fekk ein skelk av tí at kongur lýsti kríggj ímóti Stórabretlandi, og kongsins vald í Føroyum nú var á hálari hellu. Embætismenninir noyddust at taka til onnur ráð fyri at forða Pálli. Neyðin var stór í Føroyum, og hann legði í hav fyri at koma til Danmarkar eftir korni. Tá skuldu myndugleikarnir í Føroyum geva honum eitt skjal sum hann skuldi vísa bretsku herskipunum um at hann hevði frítt at fara. Hetta sýttu teir honum, og tískil varð hann tikin og skipið skuldi siglast inn á Gøteborg. Men teir sum sigla skuldu bóru við eitt sker, og har sakk Royndin Fría.

Nólsoyar Páll til hægsta bretska vald
Terje Vigen og túsundtals aðrir sjómenn, sum vóru tiknir, sótu síðan í mong ár sum krígsfangar í Bretlandi, men hvat gjørdi Páll? Hann fór til hægstu flotaleiðsluna og greiddi frá, at hann var uttanveltaður í stríðnum, og bert virkaði fyri at fáa føroyingum mat í munnin fyri at landsmenn hansara ikki skulu doyggja í hungri. Hægsta vald í Bretlandi viðurkendi, at her var eitt mistak hent, og gav honum eitt annað skip fyri Royndina Fríu og ein kornfarm at fara til Føroyar við. Men nú var liðið so langt út á árið 1808, at øll vanlig sigling í Norðuratlantshavi var hildin uppat. Men Nólsoyar Páll var djarvur og legði í hav. Hetta var í november 1808. Skipið kom ikki fram. Á Biskupsstøð sat konan við børnunum. Hann visti sum var at vandar lúrdu um allar leiðir. Skip kundu søkka og tey kundu verða tikin av fíggindum. Tí hevði hann lagt konuni eina við, at um hon ikki hoyrdi frá honum skuldi hon ikki giftast uppaftur fyrr enn 10 ár vóru farin frá tí hann var farin avstað.

Seinni hevur verið ført fram, at skip Páls kom til Føroya og at kongsins myndugleikar høvdu sent tvey skip at søkka tað, og at bardagi stóð sunnan fyri Suðuroynna, har Páll doyði. Hetta er fullkomuliga ósannlíkt, og er ikki sambærligt við, at einkja hansara norðuri í Vági ikki vildi giftast fyrr enn eftir tíggju árum. Hevði ein slíkur bardagi verið, so høvdu boðini um hann verið komin norð til Vágs. Tann syrgiligi sannleikin er helst, at seint í november 1808 vóru miklar ódnir í Norðsjónum, og mong eru tey skip við kornlast, ið ikki hava hórað undan í slíkum líkindum. Men vit hava mangar søgur um, at sjómenn hava livað leingi eftir at øll vón er sløkt, og tí kunnu vit ikki siga við vissu, um Nólsoyar Páll er deyður í 1808 ella 1809, men fram kom hann ikki eftir at hann fór úr dokkini í London í seinnu helvt av november 1808.

Við at sýta honum nóg góð siglingarpappír eydnaðist myndugleikunum at fáa lívið av Nólsoyar Pálli. Hansara dugnaskapur hevði prógvað, at tað bar til at reka fría vinnu í Føroyum eins og tað bar til aðrastaðni í Noreg. Orsøkin til at vit ikki fingu eina blómandi vinnulívsfyritøku norðuri í Vági fyrr enn hundrað ár seinni, var heilt einfalt tann, at myndugleikarnir, heldur enn at beina forðingarnar burtur, við vitandi og vilja løgdu fót fyri tí blómandi lívi, sum var um at taka seg upp á Biskupssstøð.

Slagið ikki knúskað
Tað eydnaðist tí diktatoriska stýri, sum tá ráddi fyri borgum, at kippa songfuglin Nólsoyar Páll. Men hann hevur síðani verið ein íblástur fyri landsmenn okkara, og summir av teimum, sum hava gjørt vart við seg, hava verið av hansara ætt. Kendasti eftirkomarin er Jóannes Patursson, bóndin í Kirkjubø, sum var við á fundinum í tinghúsinum annan jóladag 1888 har kvinnur og menn settu sær fyri at fáa føroyingar at standa saman fyri at gerast sjálvbjargnir. Hesum stríddist Jóannes fyri alt sítt lív, og eftir at hann var blivin áttati, í 1946, gekk hann á odda fyri at reka aftur kravboðini frá donsku stjórnini um at vit skuldu innlimast í Danmarkar ríki og harvið missa øll okkara fornu rættindi. Sonur hansara, Erlendur, førdi hetta stríð til sigurs eftir at Jóannes doyði 2. august 1946, soleiðis at føroyingar 14. september 1946 samtyktu at vit ikki skuldu innlimast í Danmarkar ríki. Ein av teimum løgtingsmonnum, sum danska stjórnin tá rak av tingi, var ein annar eftirkomari, nevnliga J. F. Kjølbro, sum í verki hevði prógvað, at dreymarnir Nólsoyar Páll hevði havt um eitt blómandi vinnulívsvirksemi har á vágni var nakað sum væl bar til at seta í verk, serliga um so var at tað bar til at fáa myndugleikarnar at vera viðspælarar heldur enn mótspælarar.

Zakarias Wang