Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ja, sjálvandi er Kaj Leo okkara spísskandidatur

Vit mugu koma víðari í Ríkisfelagsskapinum, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen í áhugaverdari grein herfyri. Ja, eg eri púra samdur við tær í hesum sjónarmiði og staðfesting. Og tað er Sambandsflokkurin, sum skal menna Ríkisfelagsskapin og ikki tey, sum vilja avtaka hann og loysa 

Tørvur á menning í Ríkisfelagsskapinum
Ein menning av Ríkisfelagsskapinum krevur, at vit í ávísum førum hyggja út um hann, av tí, at okkara mentan og siðaarvur ikki altíð sampakkar við tann, sum er í Ríkisfelagskapinum. 

Vit skulu hyggja fram og ikki føra politikk afturlítandi ella arbeiða politiskt út frá, hvat vit gjørdu í fortíðini - tað er fortíð og kann grundleggjandi ikki brúkast í dag og í framtíðini. 

Vit tosa um framtíðina hjá okkara fantastiska landi og tí fólki, sum her skal virka og liva, eisini um 10-30-50 ár. 

Og framburður kemur ikki av sær sjálvum ella við passiviteti - og við at leggja seg undir skjúrtuvelið á øðrum.

Vit tosa ikki um loysing, men um eina nútímansgerð, har vit tillaga Ríkissfelagskapin til dagin í dag og framtíðina.

Kaj Leo Holm Johannesen spísskandidatur til fólkatingsval
Tú fært mín fulla stuðul Kaj Leo sum valevni hjá okkum í Suðurstreymoy til eitt komandi fólkatingsval. 

Sum fyrrverandi løgmaður og floksformaður hevur tú politisku royndirnar, fram um nakran annan, at umboða okkara land á Danatingi.

Við tær hevur veljarafelagið í Suðurstreymoy, Føroya Væl, ein fólksligan, dámligan og royndan politikara, sum okkara spísskandidat til eitt komandi fólkatingsval.

Annfinn Brekkstein