Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

JACOB BÆRENTSEN 100 ÁR

Í dag fyllir Jacob Bærentsen 100 ár. Dagurin hevur verið hildin á Lágargarði seinnapartin. Familja, vinir og kenningar í hópatali hava heilsað upp á føðingardagsbarnið.

Hóast høga aldurin er Jacob birgur og væl fyri. Hann er føddur 5. apríl í 1915 í Brekkuni í Skopun. Fyrst í 1960 árunum lat hann saman við konuni, Petru Olsen, hús byggja á Argjum.

Sum siður er í kommununi, tá ið borgari fyllir 100 ár, bar bæði løgmaður og borgarstjórin føðingardagsbarninum eina kvøðu.

- Longu sum 14 ára gamal legði tú til brots við at fara til skips við deyðsiglara. Í 1930 árunum sigldi tú sum flest mannfólk í Føroyum um tað mundið við slupp undir Íslandi og um veturin fórt tú til útróðrar úr Skopun. Eftir nøkur ár á sjónum fórt tú á skiparaskúla. Og eftir at prógvið var komið, gekk leiðin beint útaftur at fiska. Tygum hava fiskað bæði í Bretlandi, Íslandi og undir Føroyum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í røðu síni. 

- Í 1950 árunum skifti tú fiskiskapin út vit rutusigling. Tú fórt at føra gomlu Rituna, og tá ið hon varð skift út, fóru tygum umborð á nýggju Rituna. Og á Strandferðsluni vart tú í arbeiði til tú bleivst 67 ára gamal. Ja, hvør minnist ikki gomlu Rituna, sum lossaði og lastaði á Bursatanga. Har sluppu við smádreingir mangan túr við Ritini, og tú passaði uppá okkum. Takk fyri tað.

- Eftir so nógv ár á sjónum og sum skipari, er viðførið tygara við upplivingum, við lívsroyndum, við innliti, á tremur. Tygum hava altíð verið ógviliga raskur og arbeiðssamur. Altíð hevði tygum eina verkætlan í ermuni. Tygum keypti saman við øðrum skopuningum Vørn, og seinni keypti tygum og elsti sonurin Tungufoss.

- Tygum hava havt eitt virkið lív og við tínari egnu uppskrift – helst er tað tí, at tygum eru so væl fyri sum 100 ára gamal, segði Heðin Mortensen.