Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jákup E. Hansen gevst sum tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu

Eftir skjótt 8 árum sum tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu, hevur Jákup E. Hansen valt at taka við øðrum, nýggjum avbjóðingum innan TF Samtakið. Tórshavnar kommuna og Jákup E. Hansen hava títí týsdagin  gjørt avtalu um, at Jákup E. Hansen gevst sum tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu.

Longu tá Jákup E. Hansen byrjaði í starvinum hjá kommununi, hevði hann tilknýti til TF Samtakið sum limur i umboðsráðnum, har hann eisini var formaður í fleiri ár.

TF Samtakið er vaksið seinastu árini – serliga við keypinum av Eik Banka í 2011, og tá Jákup E. Hansen hin 10. juni í ár varð valdur í nevndina hjá Eik Banka, tóku kommunan og Jákup E. Hansen spurningin upp, um hetta kundi verða til bága fyri, at hann kann røkja tær skyldur, sum áliggja honum sum tekniskur stjóri fyri Tórshavnar kommunu.

Kommunan og Jákup E. Hansen hava ikki verið samd um, hvørt nevndararbeiðið í Eik forðar fyri, at hann kann røkja starv sítt sum tekniskur stjóri á fullgóðan hátt, soleiðis sum ásett í tænastumannalógini.

Men eftir at hava umrøtt málið eina tíð, eru partarnir samdir um at enda samstarvið. Jákup E. Hansen fær sambært avtaluni løn í 7 mánaðar, umframt tað, hann eigur tilgóðar í feriu v.m.

Sum partur av avtaluni er Jákup E. Hansen til taks hjá kommununi í avtalutíðarskeiðnum í samband við ítøkilig mál, sum hann hevur serligan kunnleika til – eitt nú ymsar byggiverkætlanir.