Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í staðin fyri at lata ferðsluna til Klaksvíkar, koma upp í Runavík, skal \"kubbin\" tryggja, at tann ferðslan bíliga kann sleppa upp á Strondum.

Jákup Lamhauge: Leypið bukk um Runavík

Í longri tíð hevur Runavíkar kommuna, følt seg vera hildna uttanfyri. Er ikki eftirspurd tá umræður innkomuvegin, sum kommunan krevur, skal vera tikið við í stóru tunnilsætlanina. Eykakostnaðin vil Runavíkar kommuna skal vera í sama mun, sum Havnar kommuna fær, men landsstýrismaðurin hevur sagt, at tað er í lagi við marglætisprosjektinum, men vil ikki fíggja meira enn tað, samanberingin við prosjektið í Havnar kommunu er. Munin má Runavíkar kommuna sjálv borga fyri. Nú kemur pensioneraði lærarin í Tekniska Skúla í Havn, sum býr í Runavík, Jákup Lamhauge, við loysnini!

Skrivað hevur Dan Klein, journalistur:

Í nógv ár hevur Jákup Lamhauge, fylgt við í føroyska samfelagnum. Fáur tekur mannin í tekniskum loysnum. Hann varð boðsendur, tá ljóð skuldi sendast í gjøgnum tunnlar, tá gjáarfólk vildu hava ljós í gjønnað, og hann hevur loyst stóru truupulleikarnar við laksalúsini.

Ikki allar loysnir hansara eru fylgdar, men man kann so ikki geva honum ábyrgdina fyri, at vinnan onki veit. Tað hevur meira verið vinnan, sum ikki vil, evnar ella ikki orkar, at loysa trupulleikarnar, uttan við vanahugsanum, tá brúk er fyri, at hyggja út av boksini fyri at finna loysnir.

Eisini fyri innkomuvegirnar í Eysturoyartunnlinum.

Í gjár var borgarstjórin í Runavík boðsendur at koma til Havnar. Hann skuldi saman við einum fakligum embætismanni í kommununi, á fund við fíggjarnevndina hjá løgtinginum. Harumframt hevði Landsverk heitt á kommununa, at koma til fundar saman við Heðini Mortensen, um støðuna á Hústoft, nú Yvirfriðingarnevndin fyribils hevur steðgað virkseminum í grótbrotinum.

Men Jákup Lamhauge, hevur aftur í hesum málinum eina loysn. Loysnin skal stýrast við "KUBBANUM".
Jákup Lamhauge sigur, at tey, sum ætlað sær til Klaksvíkar, kunnu sleppa bíligari við at koma upp á Strondum, og soleiðis sleppa undan at koma upp í Runavík/Nes, og harvið eisini spara kommununi har fyri eina ovurhondsstóra ferðslu við tí trýsti, hetta hevur, sambært kommununi har.

Loysnin er sostatt at leypa bukk um Runavíkar kommunu, sum soleiðis sleppur heilt undan ferðslutrýstinum, sum borgarstjórin rópar so hart upp um.

Síðani kann spurningurin so bara setast við, um tað í heila tikið var rætt, at føra tunnilin tvørtur um Skálafjørðin.

Men loysnin uppá innkomuvegin til Runavíkar er, at løgtingið og Landsverk, saman við Tunnilstoyminum, loypir bukk um Runavíkar kommunu, og letur ferðsluna til Klaksvíkar fara upp á Strondum, sum kubbin prísregulerar, sigur Jákup Lamhauge.

Myndir: Heimasíðan hjá Eysturoyartunnlinum.