Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jam í Spaniastovu

Vælmannaða og vælspælandi “tónleikaliðið” Jam obSession spæla akustiskan tónleik í Spaniastovu leygarkvøldið 14.apríl kl 21. Dyrnar læta upp kl 20. Atgongumerki á kr 100 fáast við dyrnar og kunna bíleggjast á 457151.

Um Jam obSession

Jam obSession eru 12 tónleikarar, sum vil fremja samanhald og samspæl millum ung og eldri tónleikatalent.

Limirnir í bólkinum eru kendir í føroyska tónleikaheiminum, flestu teirra eru úr Klaksvík.

Jam obSession spæla egin løg og “coverløg”. Talan um jamming, har allir tónleikararnir koma framat, hetta fyri at tryggja at tónleikurin verður fjølbroyttur.

Les meir á : https://www.facebook.com/JamObSession