Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jan Højgaard vann stórsigur

Nú er greitt, at Jan Højgaard er afturvaldur til formann í Fiskimannafelagnum fyri triðju ferð. 

Av 619 atkøvðunum fekk Jan 334 atkøvur, og tað svarar til 57 prosent av atkvøðurnum.

Teir báðir, sum bjóðaðu av, vóru Grímur Hammer, sum fekk 151 atkvøður. Sakaris Zachariassen fekk 108 atkvøður, sum svarar til 18 prosent.

Formansvalið í Fiskimannafelagnum var óvanligt á tann hátt, at eisini limir í øðrum manningarfeløgum kunnu velja formannin. Øll uttan skiparar kundu velja, tí Fiskimannafelagið umsitur limagjald og frítíðarløn hjá øllum.

Jan Højgaard, vann stórsigur, men luttøkan var kortini ikki stór, bara 25 % av teimum, sum kundu greiða atkvøðu, men valstríðið munnu fá hava upplivað.