Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Janus á Húsagarði á Býarbókasavninum

Janus á Húsagarði er føddur í Havn 13. desember 1975. Hann hevur teknað, síðan hann var smádrongur, og sum vaksin hevur hann havt hópin av listaframsýningum í Føroyum, Íslandi og Danmark.

Hann hevur teknað fleiri bøkur, plakatir, lýsingar og fløguhúsar, hevur teknað í barnasjónvarpi og undirvíst í tekning.

Framsýningin á Býarbókasavninum er av myndum úr barnabókunum Veiða vind og Ferðin hjá Mosalisu.

Framsýningin er søluframsýning og er at síggja í september og oktober.

Janus á Húsagarði gjørdi eisini 40 ára føðingardagsplakatina til Býarbókasavnið, sum fæst til keyps í avgreiðsluni fyri 20 kr.