Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jarðarferðin hjá CLIFF BARROWS

- í gjár, týsdagin 22. nov. 
- føroyingar kundu vera við liveverður stroyma á netinum kl.15.30 føroyska tíð. KL.10.30 lokala tíð. Adressan á netinum er: BILLYGRAHAM.ORG/CLIFFBARROWS 

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Ein av høvuðstalarunum undir jarðarferðini var John Munro, sum er væl kendur í Føroyum, og giftur føroyskari konu, Gudny Gunnarson. Bill Gaiter Vocal Band kemur at syngja undir jarðarferðini. 

Jarðarferðargudstænastan varð hildin á BILLY GRAHAM LIBRARY í Charlotte, North Carolina. Cliff varð grivin á gravstaðnum, sum er avsett á økinum við Billy Graham Library. Kona Billy Graham, Ruth, og fyrra kona Cliff, Billie, eru báðar jarðaðar har.

Cliff andaðist týsdagin 15. november eftir eina styttri sjúkralegu á Carolinas Medical Center 93 ára gamal. 

Cliff og Billy Graham møttust fyrstu ferð í 1945. Tað bleiv eitt samstarv í tænastu evangeliums í meira enn 70 ár. Cliff kom at hava ábyrgdina av møtileiðsluni, var tónleika- og programleiðari, kórleiðari og leiddi felagssangin, samstundis sum hann eisini var samskipari og vertur í vikuligu radiosendingini, sum kallast Hour of Decision, har hann var vertur til fyri heilt stuttum. 






0.00 does not include shipping & tax