Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jarðfeingi við í norðurevropeiskari verkætlan

Tíðindaskriv frá Jarðfeingi: NAG-TEC (Northeast Atlantic Geoscience Tectonostratigraphic Atlas) eitur stór norðurevropeisk vísindalig verkætlan, sum Jarðfeingi er partur av. Endamálið er at gera eitt nágreiniligt jarðfrøðiligt kort og lýsing, ið millum annað skal betra um vitanarstøðið undir oljuleitingini í Norðuratlantshavi.

Verkætlanin er býtt upp í seks partar, og hevur Jarðfeingi saman við Íslenskar Orkurannsóknir, ISOR, høvuðsábyrgdina av Parti 4. Leiðari er jarðfrøðingurin Uni Árting á Jarðfeingi. Endamálið við hesum parti av verkætlanini er at geva eina neyva lýsing av søguligu gongdina í gosvirkseminum her um leiðir. Á henda hátt fáa vit betri møguleikar at skilja til fulnar ymiskar jarðfrøðiligar spurningar í tilknýti til henda risastóra basaltháslætta, sum Føroyar eru partur av.

Vísindaliga tilfarið, ið kemur burtur úr verkætlanini, røkkur sera víða, men fyrst og fremst verða tað oljufeløgini, sum eru beinleiðis virkin ella áhugað í oljuleiting á Norðuratlantsmótinum, sum fáa gagn av eini tílíkari víðfevndari og tíðarhóskandi jarðfrøðiligari kortlegging.

NAG-TEC verkætlanin byrjaði í juni 2011 og fevnir um eitt samstarv millum Jarðfeingi og sjey aðrar norðurevropeiskar jarðvísindaligar stovnar. Tað er danska GEUS, De Nationale Geologiske Undersøgelser for Danmark og Grønland, ið stendur á odda fyri hesi verkætlan, sum verður lutvíst fíggjað av oljufeløgum, lutvíst av granskingarstovnunum sjálvum.

Verkætlanin er mett at taka trá ár og verður væntandi liðug á sumri í 2014.