Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jastrud og Sámal hava verið gift í 60 ár

- og halda dagin í Dugna á Sandvíkarhjalla í dag frá kl. 20.00

Jastrud og Sámal Clementsen kunnu hátíðarhalda diamantbrúðleyp, nú tey hava verið gift í 60 ár.

Tey eru frísk og altíð við upp á tað heila og vilja fegin halda dagin.

Bæði hava tey livað eitt sera virki lív og hava sanniliga lagt nógv eftir seg – bæði innan arbeiðið í brøðrasamkomuni, kvøldskúlanum og í øðrum samanhangi.

Sámal kenna vit undir navninum Sámal Post, men vit kenna hann eisini innan so nógv annað, tí raskur hevur hann verið, sum fáur.

Jastrud hevur lagt nógva orku í sítt listarliga arbeiði og her eru tað ikki so fá, sum hava upplivað hana innan frítíðararbeiðið í Ebenezer á Zarepta og innan kvøldskúlaarbeiðið.

Bæði hava tey sítt, nú tey hava rundað tey áttati, men tey hava eitt so jaligt og avsmittandi yvir sær og ber hetta við diamantbrúðleypinum so sanniliga eisini boð um tað sama.

Tey ynskja at síggja fleiri í morgin, so tey kunnu fáa ein ríkan og góðan dag – saman við familjuni, vinum og kenningum.

Dagurin verður hildin í bygninginum hjá Dugna á Sandvíkarhjalla í dag frá kl. 20.00.