Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

JÁTTAÐ 450.000 KRÓNUR ÚR HØVUÐSSTAÐARGRUNNI

Grunnurin Nuuk, Reykjavík, Tórshavn hevur í gjár havt fund í Reykjavík, har allar tríggjar kommur vóru umboðaðar. 

Samstarvið millum býráðini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn hevur fleiri ár á baki. Grunnurin hevur á hesum sinni játtað tilsamans 450.000 krónur til ymisk mentanarlig endamál. 

Á fundinum í Reykjavík í dag vóru Heðin Mortensen, Jógvan Arge og Elin Lindenskov fyri Tórshavnar kommunu. Fyri Reykjavíkar Kommunu tók borgarstjórin, Dagur B. Eggertsson, lut saman við øðrum býráðspolitikarum og fyri Nuuk Kommunu Asii Chemniz Narup og aðrir politikarar í býráðnum í grønlendska høvuðsstaðnum..

Endamál grunsins er at styrkja fatanina og samstarvið millum borgarar og politikarar í Reykjavík, Tórshavn og Nuuk við at stuðla mentanarligum virksemi og undirvísing.

Fæið í grunninum er peningur, sum Reykjavíkar kommuna, Tórshavnar kommuna og Nuuk kommuna játta árliga. Grunnurin játtar hvørt ár verkætlanum tilsamans 300.000 kr. Hesaferð varð játtað meira, tí summar verkætlanir, sum hava fingið játtað stuðul undanfarin ár, ikki eru blivnar til nakað. Og tí hevur verið játtað meira peningur á hesum sinni.

Í dag verður kunngjørt, hvørjar verkætlanir hava fingið játtað stuðul.