Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Javnaðarflokkurin noyddist “at bíta í grasið”

Tók málið aftur

Aftaná, at manningarfeløg, reiðarí, arbeiðsgevarar v.m. greitt høvdu givið til kennar, at tey vóru ímóti afturvendandi uppskotinum (í ár løgtingsmál nr. 122/2014) hjá Javnaðarflokkinum um, at Løgtingið skal áseta sáttmálaviðurskiftir og revsing v.m. í lógini um vinnuligan fiskiskap, var Javnaðarflokkurin noyddur “at bíta í grasið” og tók málið aftur. 

Talan er um viðurskifti, sum hoyra undir arbeiðsmarknaðarmál, og tí er uppskotið óneyðugt, skeiklandi og beinleiðis skaðiligt fyri føroyska arbeiðsmarknaðin og eitt álop á manningarfeløgini og reiðarafelagið, sum hava samráðingarnar um sáttmálarnar fyri okkara sjófólk um hendi.

Tað er sjálvsagt ein grundleggjandi regla á arbeiðsmarknaðinum, at gjørdir sáttmálar skulu verða hildnir, og verða teir ikki tað, hava manningarfeløgini røttu amboðini at tryggja sær hetta og eitt av hesum amboðum er “Fasti Gerðarrættur”. 

Eg havi hildi fast við, at føroyski arbeiðsmarknaðurin skal vera eins og í grannalondum okkara, eyðkendur við at hava stórt sjálvræði til at skipa seg, og her er tað grundleggjandi elementi, at politiski myndugleikin ikki leggur seg út í, hvussu arbeiðsmarknaðurin velur at skipa seg í mun til sáttmálar, lønir, trætuloysnir v.m. og soleiðis skal tað framhaldandi verða.

Tann skipaði føroyski arbeiðsmarknaðurin
Tann føroyski arbeiðsmarknaðurin er skipaður við sáttmálum á ymiskum økjum og hetta er eisini galdandi fyri sáttmálarnar millum Føroya Fiskimannafelag, Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Føroya reiðarafelag. Hetta merkir, at umborð á skipum hjá limum hjá manningarfeløgunum og Føroya Reiðarafelag eru gjørdir sáttmálar, galdandi fyri alla manningina, uttan mun til, hvør hon er ella um hon er føroysk ella útlendsk.

Skuldi tað verið, at okkurt skip ikki er fevnt av einum limaskapi í Reiðarafelagnum og tí heldur ikki er fevnt av einum sáttmála, so hava manningarfeløgini fullan rætt til at krevja sáttmála við hesi reiðarí, og um neyðugt eisini rætt til at seta tiltøk í verk til tess at náa hesum máli, og hava feløgini roynt hetta, so seint sum síðsta summar.

Tað ber eisini til hjá øðrum nærslektaðum feløgum at hjálpa manningarfeløgunum við at “trýsta” tey reiðarí, sum nokta at gera sáttmála, til at innganga sáttmála við manningarfeløgini, við at seta samhugaverkfall í verk, undir skipaðum viðurskiftum, og hetta vístu manningarfeløgini og Føroya Arbeiðarafelag í samband við málið um Asbjørn Senior síðsta summar.

At bróta lógina fær avleiðingar
Eg harmist um, at Javnaðarflokkurin ár eftir ár, hevur pástaðið og ført fram, at “Seinastu árini hava fleiri og fleiri skip valt at mynstra við bíligari útlendskari manning, sum ikki er lønt eftir sáttmálunum hjá manningarfeløgunum”, t.v.s. at trupulleikin er vaksandi. Men hetta er beinleiðis ósatt, tí støðan er beint tann øvugta, og trupulleikin, sum var á hesum økinum hava feløgini á arbeiðsmarknaðinum í felag loyst og er so gott sum burtur í dag, til stórt rós fyri okkara dugnaligu manningarfeløg og reiðarafelagið.

Ein av fruktunum av hesum arbeiði er avgerðin hjá løgmanni, um at taka øll loyvi frá garnaskipinum “Anitu”, og eg eri samdur við løgmanni í hesi avgerðini.

Broytir verandi marknaðarskipanir
Í ringasta føri, kann lógaruppskotinum (løgtingsmál nr. 122/2014) hjá Javnaðarflokkinum skapa broyting í verandi arbeiðsmarknaðarskipanum, um hvør hevur málsræðið - landsstýrismaðurin ístaðin fyri skipanirnar á arbeiðsmarknaðinum við t.d. Fasta Gerðarrættinum.

Hetta hevði havt við sær, at tað verður landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum skal avgera, um ein sáttmáli er gjørdur ella um ein sáttmáli er brotin, eins og hann kann vera tvingaður at taka støðu til grundleggjandi spurningar sum t.d. løgfrøðiliga at allýsa, hvat eitt manningarfelag er.

Hetta eru annars spurningar, sum Fasti Gerðarrættur, ið er skipaður í sáttmála millum løntakara- og arbeiðsgevarafeløg og millum manningar- og reiðarafeløg, hevur málsræðið yvir.

Eg er eisini av tí áskoðan, at um tað verður lóggivið á økinum, so er hugsandi, at metingin av mørkunum fyri, nær eitt samhugatiltak er lógligt ella ólógligt, verða flutt frá skipanunum á arbeiðsmarknaðinum við Føstum Gerðarrætti, til landsstýrismannin.

Onga undirtøku
Eg kann staðfesta, at í dag er tað ongin, hvørki Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara- og navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið, Reiðarafelagið, Vinnuhúsið ella Fiskimálaráðið, sum tekur undir við, at vit politiskt blanda okkum uppí hesi viðurskiftir, tí hetta er eitt arbeiðsmarknaðarmál.

Øll eru ímóti uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um, at lóggivið verður beinleiðis um sáttmálaviðurskifti, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir eiga at taka sær av, og eg eri samdur við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum í hesum. 

Úrslitið gjørdist, at við øllum manningarfeløgunum og arbeiðsmarknaðinum ímóti sær, og fyri at halda “skinni á nøsini” var Javnaðarflokkurin noyddur at “bíta í grasið” og taka málið aftur.

Javnaðarflokkurin fekk sostatt ikki sín vilja á arbeiðsmarknaðinum hesaferð, og rós skulu manningarfeløgini og Reiðarafelagið saman við feløgunum á arbeiðsmarknaðinum hava fyri tað.

Áheitan mín er; latið okkum halda fast við galdandi skipanir og tann fríða samráðingarrættin á arbeiðsmarknaðinum, tí tað gagnar okkum øllum best.

Alfred Olsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í Vinnunevndini