Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Líggjas Johannesen.

Javnbjóðis eigarar í Klakki

Í gjár váttaði Hanus Hansen, stjóri í JFK Trol, at hann samráddist við eigararnar av Klakki um keyp av línubátinum.Í dag váttar Líggjas Johannesen, at ein fyribilssáttmáli er undirskrivaður, sum gongur uppá, at talan verður um, at gomlu eigararnir skulu eiga eins nógv og JFK í skipinum.

Orsøkin til søluna, sigur Líggjas vera, at tíðirnar eru so ógreiðar, og so eru teir sera ivasamir um politisku stigini á fiskivinnuøkinum.

Meira í pdf´blaðnum, sum kemur í morgin.