Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Torkil Skála, forseti í Kiwanis Føroyar, handar her umboðum fyri Javna við Sigrun Wardum, forkvinnu, á odda, ein kekk upp á 50.000 krónur.

Javni stórfingna gávu frá Kiwanis

Í gjár handaði Kiwanis Føroyar Javna ein kekk upp á 50.000 krónur, sum felagsskapurin ætlar sær at nýta til at rinda framleiðsluna av árliga álmanakkanum. Hesin er prentaður í 6.500 eintøkum og verður í løtuni seldur í durasølu kring landið

- Javni ger eitt ótrúliga stórt og gott arbeiði fyri at bøta um korini hjá teimum menningartarnaðu. Tí hava vit í Kiwanis gjørt av lata tykkum hesa peningagávuna upp á 50.000 krónur.

Hetta segði forsetin í Kiwanis Føroyar, Torkil Skála, tá hann á samkomu mikukvøldið í Kiwanishúsinum í Jøkustræti 4 í Havn handaði umboðum frá Javna kekkin við teimum hálvthundraðtúsund krónunum.

- Vit eru sera takksom fyri gávuna, sum í fyrsta atløgu fer til at gjalda fyri framleiðsluna av álmanakkanum, sum í hesum døgum verður seldur við dyrnar hjá fólki kring landið, segði Sigrun Wardum, forkvinna í Javna, í sambandi við handanina.

Avlopið av álmanakkasøluni fer millum annað til at fíggja ráðstevnu um framhaldandi skúlagongd og til mennandi tiltøk fyri fólkum við menningartarni, sum verður komandi ár.

Kiwanis, ið hevur sum høvuðsendamál at betra um umstøðurnar hjá børnum í Føroyum, letur javnan gávur, ið fyrst og fremst koma frá árligu jólatræðssøluni og frá einum føroyskum báti, sum á hvørjum ári verður lutaður burtur á Ólavsøku.

Felagsskapurin hevur millum annað latið pening til spælistovu á Landssjúkahúsinum, Hotel Tórshavn í Keypmannahavn og Sjómansheimið Ørkina í Reykjavík. Ein annar partur av hjálpararbeiðinum er at stuðla familjum við til dømis faðir- ella móðirleysum børnum.

Orðið “kiwanis” stavar úr indianskum máli og merkir “vit byggja”.