Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Javnstøðunevndin sett

Javnstøðunevndin, sum skal veljast av nýggjum eftir hvørt løgtingsval, er nú sett. Í Javnstøðunevndini eru:

Ólavur Ellefsen, formaður, umboðandi Føroya landsstýri
Guðrið Joensen, umboðandi løntakarar
Niels Winther, umboðandi arbeiðsgevarar
Súsanna Olsen, umboðandi Skúla-, heilsu- og almannaverk
Lív Patursson, umboðandi Kvinnufelagssamskipan Føroya

Varaumboð eru hesi:
Annika Sølvará, næstformaður, umboðandi Føroya landsstýri
Súni Selfoss, varaumboð vegna løntakarar
Esther Dahl, varaumboð vegna arbeiðsgevarar
Fróði Jacobsen, varaumboð vegna Skúla-, heilsu- og almannaverk
Birta Biskopstøð, varaumboð vegna Kvinnufelagssamskipan Føroya

Tað er Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sum setir Javnstøðunevndina, millum annað við tilmæli frá arbeiðsgevarum, løntakarum, skúla-, heilsu- og almannaverk og Kvinnufelagssamkipan Føroya.

Málsøkið javnstøða og harvið løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn, ið kom í gildi í 1994, varð eftir at landsstýrið varð skipað í september 2015, flutt úr Vinnumálaráðnum í Almannamálaráðið.

Samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri at styrkja javnstøðupolitikkin, herundir javnstøðulógina. Samgongan tekur avbjóðingina við aldurs- og kynssamansetingini í álvara, og ætlanin er at javnstøðupolitikkurin millum annað skal viðvirka til at fleiri kvinnur flyta aftur til Føroya og støðast her, umframt at umstøðurnar hjá barnafamiljum verða betraðar.

Fremsta uppgávan hjá Javnstøðunevndini er at hava eftirlit við at javnstøðulógin verður hildin. Endamálið við Javnstøðulógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn. Javnstøðunevndin skal harafturat ráðgeva myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum og skal gera tilmæli í javnstøðumálum.

Javnstøðunevndin fer í næstu viku á fund við landsstýriskvinnuna, og fer eftir hetta til verka.