Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jens Meinhard Rasmussen fer frá sum nevndarformaður hjá Magn

Jens Meinhard Rasmussen hevur valt at taka seg úr nevndini hjá Magn, nú hann hevur tikið við sum fyribilsstjóri hjá Smyril Line.
 
Í nevndina er komin Jón Á. Jóhannesson, og hevur nevndin skipað seg við honum sum nevndarformanni.
 
”Nú eg taki meg úr nevndini, vil eg takka fyri gott samstarv hesi seinastu 14 árini, við vissu um, at Magn er ein væl rikin fyritøka við trúføstum og dugnaligum starvsfólki”, sigur Jens Meinhard Rasmussen.