Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jóan Karl Høgnesen: Skræðir gekkaskortin av korruptiónini

Vit skulu heilt aftur til 1995 fyri at fáa fatur í byrjanini av gøluni, sum skuldi vísa seg at stinga djúpt í føroyska samfelagnum. Orsøkin var keypið av einum vaktar- og bjargingarskipi, ið kom úr Frankaríki. Skipið fekk navnið Nólsoyar Páll, men hevði navnin nakrantíð verið ein treiskur viti, ella ein vón, so skuldi tað vísa seg, at Jóan Karl Høgnesen við bakgrund sum herflotayvirmaður, var einki aftanfyri. Hann er lítið mjúkur, og gevur korruptiónini ein skarpan gang. Hetta lýsir hann sera væl í bók, hann kallar “Søgan um Nólsoyar Páll”.

Dan Klein,ummælir:

Lat okkum staðfesta beinanvegin, at rithøvundurin skjalprógvar tey viðurskiftir, sum verða viðgjørd í bókini.

Heilt frá byrjan av, fáa vit at vita hvør “dukkuførarin” er. Jóan Karl, skuldi avloysa Jóhan Ziskason, sum hevði stjórnað Vaktar- og Bjargingartænastuni, seinastu 19 árini. Hann hevði bara eitt ár eftir, men táverandi fiskivinnustjórin, Kjartan Hoydal, vildi av við hendan trúgva tænaran, sum bara hevði eitt ár eftir til hann skuldi frá vegna aldur. Fiskivinnustjórin helt seg eisini kunna umsita stjórastarvið, og helt seg tí ikki hava brúk fyri Jóhan Ziskason.

Av tí at onnur gjørdu vart við framferðini hjá Kjartan Hoydal, og at Ivan Johannesen, sum tá var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, helst hevur verið rætti landsstýrismaðurin, mátti Kjartan Hoydal, bakka, og Jóhan Ziskason, var tikin innaftur, men henda mannagongd var lítið av miklum, skuldi tað vísa seg.

Hóast tað var skipað fyri almennari móttøku, tá nýggi leiðarin á Vaktar- og Bjargingartænastuni byrjaði , valdu fiskivinnustjórin, Kjartan Hoydal og handlangari hansara, Kaj P. Mortensen, demonstrativt, at halda seg burtur, og so kunnu vit siga, at linjan var løgd.

Nýggi leiðarin á Vaktar- og Bjargingartænastuni, staðfesti skjótt, at Ólavur Halgi, sigldi seint, og var ikki egnaður, og var hartil ógvuliga dýrur at reka. Eitt sindur betur var stætt við Tjaldrinum, sum riggaði væl sum sleipibátur, um skipini, sum sleipast skuldu ikki vóru alt ov stór, men Tjaldrið var illa smíðað, og hartil kom, at skipið var illa egnað, sum vaktar- og bjargingarskip.

Trupult at gera eina skipan fyri stovnin

Og soleiðis byrjar áhugin fyri einum nýggjum skipið. Samstundis byrjar ein bardagi í móti føroysku korruptiónini. Landsstýrið gjørdi greitt, at tað ikki kundi koma uppá tal at byggja nýtt skip, tí tað vóru pengar ikki til, men Vaktar- og Bjargingartænastan kundi fáa heimild at keypa eitt bíligt brúkt skip, at avloysa Ólav Halga.

Ein stórur trupulleiki hjá nýggja leiðaranum á V & B var, at gera eina skipan fyri stovnin, men at hetta bara kundi gerast út frá lógini um Vaktar- og Bjargingartænastuna frá 1978. Har vóru hvørki kunngerðir ella reglugerðir til.

Í 1995 kom ein kunngerð úr landsstýrinum, sum álegði V & B eina rúgvu av uppgávum. V & B –leiðarin leggur heldur ikki fingrarnar í millum, og sigur, at aftur her kom Kjartan Hoydal inn og legði forðingar í vegin, og álegði stovninum uppgávur uttan at lata fólk fylgja við, og hann staðfestir, at í landsstýrinum er tað helst eingin, sum kundi seta mannin uppá pláss.

Í samband við lóg um vinnuligan fiskiskap vísir Jóan Karl á, at í grein 13 í lógini stendur, at Fiskiveiðieftirlitið er tann stovnur, sum landsstýrið leggur hendan myndugleika til. Ikki við einum orði verður Vaktar- og Bjargingartænastan nevnd, og tað vísir seg eisini, at lógargrundarlagið er úti at sigla, tí sjálvt um lógin frá 1978 greitt sigur frá, at talan er um vaktar og bjargingartænastu í føroyskum sjóøki, og at stovnurin samstarvar við Færøernes kommando, so hava skipini hjá V & B status, sum stuttleikaskip.

Jolla tryggjaði Brimil

Hetta er ein avleiðing av, at føroysku vaktar- og bjargingarskipini koma inn undir sjómannalógina, og ikki komu inn undir “herskip”. Hvussu hetta riggar, lýsir Jóan Karl, tá íslendski, Davíð Oddsson vitjaði. Í landsstýrinum hava tey hildið tað ov stuttligt, at taksera V&B skipini, sum stuttleikafør, og í staðin komu tey so at vera handilsskip.

Sjálvt um føroyingar tá, í 2004, høvdu fingið snotiliga Brimil, so var tað ikki so líka til, at virka, sum handilsskip, tí fylgi hjá Oddson við føroyskum páhengi, taldi meira enn 12 fólk, og tað mátti hetta “handilsskip” ikki sigla við. Eftir avtalu við Skipaeftirlitið varð avrátt, at Brimil kundi sigla við fleiri fólkum enn teimum 12 ásettu, um skip fylgdi Brimli. Ta uppgávuna fekk Alfa Pilot, sum til samanberingar var ein lítil tufla. Manningin á hesi “tuflu” taldi tveir – Torleif Sigurðsson og Kristian Olsen. Hvørgin teirra hevði sjómannaútbúgving, men gjørdist trygdin á sjónum hjá Brimli.

Hetta vísir greitt á hvørjum støði umsitingin í Tinganesi fleyt á tá avtornaði, men leiðarin bardist manniliga at fáa skipini skrásett sum herskip, men tað var upp á bakka.

Og tað var ikki bara, sum at siga tað, at skumpa Ólav Halga út úr bjargingar- og vaktarskipanini. Tað elvdi til stóra mótstøðu, og lygnirnar flugu um oyruni á Jóan Karl Høgnesen, verri enn grønlenskir mýggjabitar. Eitt var pressan, men Henrik Old, løgtingsmaður, helt seg ikki aftur við útspilling, gitingum og lygnum, sambært bókini. Hann gjørdi seg so eisini til talsmann fyri, at Ólavur Halgi var eitt gott skip, og helt seg so ikki aftur, at leggja proforma boð inn, at keypa Ólav Halga, sum bara hevði til endamáls, at forða norskum áhugamálum at keypa skipið fyri rætta prísin.

Old gav bindandi tilboð, men slapp av húkinum

Old hevði lagt seg uppum boðið hjá norðmonnum uttan treytir, og tí var tað bindandi, men tá avtornaði, hevði Ólavur Halgi, sum sambært Oldinum var eitt super gott skip, kortini ongan áhuga, men tað var so heldur ongin áhugi hjá umsitingini í Tinganesi, at lata javnaðarmannin hanga uppá boðið, sum eisini hevði verið heilt eftir bókini. Og tað er helst ikki ringt at gita orsøkina.

Gjøgnum ein føroyskan skipsmeklara fekk Vaktar- og Bjargingartænastan, tilboð uppá eitt gamalt franskt skip. Tað var í november 1995. Hetta skip varð bygd í 1971, og hevði útsjónd av skipum, sum vanliga vóru bygd, sum vaktar- og bjargingarskip.

Í mun til Tjaldrið hevði hetta franska skipið eitt rúmligt afturdekk har tað var arbeiðandi, sjálvt um tað lotaði. Á Tjaldrinum var ikki arbeiðandi á afturdekkinum fyri eitt gott orð. Men fransurin sigldi bara 13 sjómíl um tíman í móti 14 hjá Tjaldrinum. Men skipið var bygd til altjóða sigling og var ísstyrkt, og hevði verið brúkt til kanningararbeiði á øllum høvum.

Søfartsstyrelsen hevði ikki rætt at seta krøv

Heimaftur komin úr Toulon, skrivaði leiðarin frágreiðing til landsstýrið um skipið, og fekk boð um frá Ivani Johannesen, landsstýrismanni, um at arbeiða víðari við skipamálinum, men Johan Karl vildi hava óheft fólk inn yvir, og heitti á Søfatsstyrelsen um at kanna skipið, men tað skuldi skjótt vísa seg, at hesir “óheftu” persónar høvdu áhuga í at seta krøv.

Jóan Karl Høgnesen, valdi onki at siga, men helt, at Søfartsstyrelsen ikki skuldi seta teimum nøkur krøv, tí skipið fór at vera skilmarkað sum herskip, um Landsstýrið keypti tað til Vaktar- og Bjargingartænastuna. Herskip eru ikki undir reglunum hjá Søfartsstyrelsen.

Leiðarin á V & B gevur fleiri dømir um hvussu landssumsitingin svansar við játtanini til stovnin, og fullkomiliga ignorerar hvat stovnurin heldur og meinar.

Men dagurin kom, at Landsstýrið og Løgtingið gjørdu av at keypa franska skipið, og síðani var farið undir at skriva sáttmála. Valdur var ein standard keypssáttmáli, har ymsar treytir vóru settar í umframt, at møguleiki var fyri at skriva enn fleiri treytir fyri keypið.

Sáttmálin var klárur at undirskrivað í mai 1996, og var hetta eitt tað síðsta Ivan Johannesen, gjørdi, saman við fulltrúanum, Kaj P. Mortensen, áðrenn hann fór frá, sum landsstýrismaður í Fiskivinnumálum.

Manualur av fanansskapi

Eftir hetta skuldi John Petersen vera landsstýrismaður í fiskivinnumálum, men tað helt Jóan Karl, ikki vera gott, og sigur, at tað fekk hann so eisini fullgott prógv fyri.

Tað er sum um ein manualur av fanansskapi er settur í gongd, tí Søfartsstyrelsen brýtur sínar egnu reglar, sum eru, at høvuðssýn bert kann krevjast av skipum, sum verða keypt úr útlandinum, ið eru minni enn 500 bruttoregistartons, og tá Nólsoyar Páll, ið nú hevur fingið navn, er mált til 775 bruttotons, og sostatt er omanfyri markið, skal høvuðssýn ikki gerast..

Altjóða reglurnar um skipamátingar vórðu broyttar miðskeiðis í 1980-unum, sum gjørdi, at næstan øll skip gjørdist størri í tonsum, enn tey høvdu verið sambært gomlu reglunum. Skipaeigarin gjørdi sjálvur av, um hann vildi lata skipið verða uppmátað eftir nýggju reglunum ella ikki.

Skipaeigarin var Føroya Landsstýri, og Jóan Karl sigur, at hann ongantíð fekk nøkur boð um, at Nólsoyar Páll skuldi brúka gomlu uppmátingina, og vísir á, at málibrævið, sum lá umborð á Nólsoyar Pálli, tá hann varð keyptur, var sambært nýggju reglunum, og staðfestir, at Søfartsstyrelsen hevur brotið hesa reglu.

Ongin tordi at skriva undir siglingarloyvi í Føroyum

Hóast hetta so kom Søfartsstyrelsen til Marseille á øðrum sinni, nú fyri at fremja høvuðssýn umborð á Nólsoyar Pálli, tó at hetta sambært leiðaranum var púra óneyðugt, tí talan var um sjóverjuskip. Jóan Karl leiðir okkum í gjøgnum bókina, hvussu Søfartsstyrelsen skrivar út siglingarloyvi 9. August 1996, og seinni meldar Jóan Karl Høgnesen, og skiparan Kára Horn fyri at hava ábyrgdina fyri at Nólsoyar Páll varð siglt heim uttan neyðugt siglingarloyvi.

Vit fáa at vita um óhoyrd krøv frá Søfartsstyrelsen, og knappliga hevur V & B fingið nokk, og við tí greiðu fatan, at Nólsoyar Páll var at sammeta við herskip, skuldi skipið heim at gerast liðugt, tí tað kostaði eina rúgvu av pengum, at lata skipið liggja í Frankaríki, og tá leiðarin ikki sá nakra orsøk fyri, at Søfartsstyrelsen skuldi seta forðingar fyri heimferðini.

Men 25 august, boðaði Kári Horn frá, at nú kundu teir fara úr Frankaríki, tí tú hevði skipaeftirlitsmaðurin skrivað í eftirlitsbókina, at um gingið var brandvakt regluliga á ferðini til Føroyar, kundi skipið sigla.

Kári Horn, skipari vildi hava eitt skjal úr Føroyum, sum góðkendi, at farið var úr Marseille til Føroya.

Leiðarin ringdi til John Petersen, landsstýrismann. Tað kundi hann gott, men hann var ávegis til Íslands, so tað bar ikki til. Hann bað Jóan Karl biðja Anfinn Kallsberg, landsstýrismann í fíggjarmálum um at skrivað skjalið, sum lovaði at avgreiða málið, men Tommy Petersen, hevði fingið til uppgávu frá Kallsberg, at avgreiða hetta, men segði seg ikki vita hvussu hetta skuldi gerast.

Huldufólk við lygnum, og greinar á einum beini

Tað endaði við, at Jóan Karl Høgnesen, sjálvur skrivaði brævið, og sendi tað til Frankaríki, tá ongin í Føroyum tordi at taka ábyrgdina, men í mentu hevði leiðarin á V & B, at Søfartsstyrelsen hevði skrivað siglingarloyvi í eftirlitsbókina, sum er skjal við rættargildi.

Men so komu Eiglabørnini á banan. Fyrst Sosialurin, sum boðaði frá, at eldur var umborð á Nólsoyar Páll, sum vísti seg at vera ein íspunnin søga, tí eldurin, talan var um, var so lítil, at tað ikki var vert at nevna, men Sosialurin hevði fingið tað burturúr, at nú var Vaktar- og Bjargingartænastan løgd undir lupp í samband við skipakeypið. Tað vísti seg skjótt, at keldan var huldufólk.

Tá Nólsoyar Páll kom til Føroya, byrjaðu fleiri huldusøgur at koma undan. Sjónvarpið var sett fyri huldurossið, og so vóru stórtíðindini, at Nólsoyar Páll hevði siglt heim úr Frankaríki við ongum siglingarloyvi. Somu tíðindir vartaði Sosialurin upp við, sum fær Jóan Karl at staðfesta, at hetta bara vísir hvussu lítið eftirfarandi blaðið var.

Jóan Karl staðfestir, at hetta gjørdist ein strævin tíð. So at siga hvønn dag í fleiri mánaðir vóru høvuðstíðindini um Nólsoyar Páll, og alt, sum skuldi vera galið við honum. Næstan alt, sum skrivað var var ósatt: Hóast eg royndi at vísa hesum aftur, nyttaði onki.

Bogi Godtfred, journalistur, líkaglaður

Jóan Karl gavst síðani at tosað við fjølmiðlarnar, sum bara tóktust at lýsa málið frá einari síðu í staðin fyri at vera óheftir miðlar. Leiðarin á V & B gjørdist skjótt greiður yvir, at tey, sum skuldi hjálpa honum, vóru ímóti, og tann fyrsti at koma við tíðindunum var Bogi Godtfred í Sjónvarp Føroya.

Sjálvt um Jóan Karl ringdi til táverandi stjóran, Trónda Djurhuus, kom onki burturúr. Stjórin segði seg onki hava við hatta at gera, og Bogi Godtfred legði ikki petti í at koyra tíðindini út í luftina, tó at alt bara var á einum beini, og hann ikki hevði tosað við V & B.

At Nólsoyar Páll var sleipaður inn á Skála, fekk Poul Mohr, at ressast, tí hann hevði ikki skilt, at skipið lá har fyri at fáa útgerð frá Ólavi Halga umborð á Nólsoyar Páll. Skipasmiðjustjórin helt, at Skála fekk nógv fleiri arbeiðir frá V & B, enn smiðjan úr Havn, sum ikki var sannleiki.

Tað skuldi eisini vísa seg tá Jóan Karl kom á stovnin, at Vaktar- og Bjargingartænastan átti sjeyti túsund krónur til góðar hjá Skipasmiðjuni í Havn, sum V & B, kravdi aftur, og fekk peningin, tó at long tíð gekk. Sama var við Statoil, har V & B átti eitthundrað og fimti túsund krónur til góðar, sum ikki vóru trupulleikar at fáa aftur.

Fjølmiðlarnir teppi-bumbaðu uttan at kenna bakgrundina

Fjølmiðlajakstranin helt bara fram, sum eisini gjørdi arbeiðsumstøðurnar truplar. Roynt var at svara aftur við onkrum tíðindaskrivi, men tað nyttaði onki. Málið varð gjørt politiskt, og Jóan Karl heldur, at tað er óhugnaligt, sum fjølmiðlarnir lata seg brúka av politikarunum.

Og meðan arbeitt var at fáa Nólsoyar Páll siglingarkláran, var málið um siglingarloyvi nógv frammi. Søfartsstyrelsen kravdi frágreiðing frá skiparanum, Kára Horn. Hetta tilfar var sent um hendurnar á leiðaranum á V & B, Jóan Karl Høgnesen, sum valdi at taka skjalið burturúr, sum hann sendi til Frankaríkis, tá ongin annar tordi at taka ábyrgd fyri at fáa skipið til Føroyar. Hann metti skjalið at vera eitt innanhýsisskjal.

Men Søfartsstyrelsen legði trýst á at fáa skjalið, sjálvt um tann stovnurin ikki hevði rætt til hetta, tí skipið var framvegis at meta sum eitt herskip, sambært V & B. Tað skuli, sambært Jóan Karl, bara ein fundir til millum landsstýrið og Søfartsstyrelsen, so vildi málið ongantíð komið víðari, men tað var ongin áhugi í. Og tað vísti seg eisini, at skjal, sum ikki mátti útflýggjast sambært lógini um fyrisiting, kortini var at síggja í sjónvarpinum, so keldurnar hava verið eyðsýntar og so sera nær maktini.

John Petersen kom østur á dyr

Tá ið Sosialurin framhaldandi skrivaði um manglandi siglingarloyvi, var Jóan Karl boðsendur at koma á fund í Fiskimálastýrinum, saman við Martin Kruse. Á fundinum vóru John Petersen, landsstýrismaður og Kaj P. Mortensen. Leiðarin á V & B, hevði skrivað eina frágreiðing um gongdina, men helt tað so sera løgið, at tá teir komu av aftur fundinum, stóð Bogi Godtfred har frá Sjónvarpi Føroya og vildi hava viðmerking.

Her var aftur onkur, sum hevði boðsent sjónvarpinum, heldur Jóan Karl, sum sigur seg onkuntíð tosað við John Petersen, um málið, men at hesin vísti ikki stóran áhuga í hesum.

Men brádliga ein dagin troppar John Petersen upp á skrivstovuni í V & B. Hann var uppøstur, tosaði um, at tað bar ikki til, hann kundi ikki verja hetta longur. Maðurin hevði jú ikki gjørt annað enn bara latið staðið til, og hevði onki gjørt fyri at fáa málið á leið.

Tá tað nakrar dagar seinni frættist at Sámal Petur í Grund, hevði sekkjað Thomas Arabo, strandferðslustjóra.

Tá skilti eg tað, sum, at John Petersen øvundaði Sámal Petur í Grund. Hann vildi eisini sleppa at geva onkrum sekkin. Hetta var støði í landsins stýri, stendur í bókini um Nólsoyar Páll, sum ikki gjørdist minni av tilboðunum uppá at gera umvælingarnar, sum endaðu í einum ellibita. Har var telefon terror, um hvussu skipasmiðjan trýsti og hótti, og onki fantilsi var í tíðindunum sum vóru send um geilar, tí miðlarnir høvdu ikki áhuga í at fáa sannleikan fram tí hvørjaferð Nólsoyar Páll, varð nevndur, mátti onkur gøla kjrøkjast uppí.

Lygnin um ein aksilgenerator og risa rokningar, og restin av ummælinum, kann lesast í blaðnum, sum kom út fríggjadagin 20. desember 2013 við heitinum:

Skræðir gekkaskortin av korruptiónini.