Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jobmatch nýggjar karmar

Fyri áhaldandi at menna og vaksa um tiltakið er starvsstevnan flutt niðan í Norðurlandahúsið, sum fer at verða karmur um Jobmatch 2014.

Tórshavnar kommuna hevur verið ein partur av Jobmatch síðani tiltakið byrjaði í 2008, og kommunan er framvegis høvuðsstuðul hjá tiltakinum.

Eisini vinnan metir tað hava stóran týdning at hava eitt tiltak, har føroyskar fyritøkur fáa høvið at hitta okkara ungu fólk, sum eru undir lestri úti í verð ella heima. Tað er ein heiður og álitisváttan fyri Jobmatch, at Bakkafrost aftur í ár stuðlar tiltakinum.

Endamálið við Jobmatch er at skapa eitt 'match' millum føroyska vinnulívið og føroysk lesandi úti og heima, soleiðis at føroyska vinnan og stovnar fáa ágóðan av tí vitan, sum føroysk ung hava nomið sær á lærustovni. Samstundis er Jobmatch eitt átak at fáa útisetar okkara heim aftur at liva og virka, og á henda hátt skapa fólka- og búskaparvøkstur.