Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jobmatch setur aftur met!

Týsdagin 30. desember standa 35 føroyskar fyritøkur, stovnar og kommunur til reiðar í Norðurlandahúsinum at møta lesandi, nýútbúgvin og útisetum sum heild. Royndirnar vísa, at Jobmatch førir til týdningarmikil sambond við arbeiðsgevarar og ítøkilig samstørv koma burturúr. Eitt nú fingu umleið 10 % av teim vitjandi ítøkiligt tilboð frá arbeiðsgevara eftir Jobmatch í fjør. 

JobPrát 
Longu nú er møguligt at bíleggja eitt JobPrát við eina ella fleiri av teimum luttakandi fyritøkunum, stovnunum ella kommununum. Best er at bíleggja áðrenn 22. desember, men seinasta freist at bíleggja JobPrát er sunnudagin 28. desember kl. 16.00. Eitt JobPrát er ein óbindandi styttri samrøða (10-15 min.), har høvi er at kunna seg um møguleikar og greiða frá um seg sjálva/n. JobPrát kunnu bíleggjast á
http://www.jobmatch.fo/Default.aspx?pageid=4623


Fyritøkur og stovnar 
Aftur í ár setur Jobmatch luttøkumet við 35 fyritøkum, stovnum og kommunum, sum er tað mesta nakrantíð. Millum luttakararnar eru nógvar fyritøkur og stovnar, sum hava verið við øll árini og kunnu vátta, at Jobmatch riggar. Yvirlit yvir allar luttakararnar sæst á www.jobmatch.fo