Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jógvan Arge fyri og/ella ímóti

Havnarfólk kenna søguna. Seinasta stóra havnaútbyggingin í Havn var liðug í 1997, tá uttasti partur av Molanum varð breiðkaður. Síðan er bygt út í Kollafirði og á Oyrareingjum. Men ikki so leingi gekk áðrenn tað varð staðfest, at tað ikki var nóg djúpt framvið eystara mola, at innsiglingin var ov lítil, at keiplássið - serliga um summarið - var ov avmarkað, at økið til trailarar og bingjur var ov lítið, at økið til pakkhús var ov lítið, og at økið til avgreiðslu av ferðafólki og bilum var ov lítið. 

Staðfest varð tí, at einasti møguleiki at betra munandi um umstøðurnar á Eystaru Bryggju, var at leingja Molan og at víðka verandi økið suður og eystureftir. Tilmæli kom frá havnameistaranum um at gera byggiprogramm, gera árinskanningar og hydrauliskar kanningar, útvega loyvi og gera fyrireikingarnar. Vinnunevndin samtykti at taka undir við tilmælinum, og 30. mai 2013 tók fíggjarnevndin einmælt undir við hesum!

Mundi Jógvan Arge tá atkvøða ímóti hesi ætlan??

Nei! Jógvan Arge atkvøddi fyri tilmælinum frá fíggjarnevndini. Hann atkvøddi eisini saman við meirilutanum fyri at velja limir og seta bygginevndina. Hann atkvøddi enntá ímóti einum uppskoti frá síni egnu partakvinnu um at beina málið í teknisku nevnd. Síðan hevur málið koyrt fullkomiliga eftir bókini við borgarafundi og hoyringum, tveimum byggisamtyktum, almennum býráðsfundum, loyvum o.s.fr. So hetta hevur í veruleikanum verið ein tann mest demokratiska prosessin, sum býráðið hevur gjøgnumført.

Hevur Jógvan Arge so verið ímóti hesi gongdini?

Nei! Jógvan Arge hevur verið við allan vegin, til Tjóðveldi manøvreraði seg sjálvt í andstøðu í býráðnum. So tá nú nøkur mótmæli komu móti útbygging av Skansabryggjuni, so varð tað sjálvandi opportunt hjá honum at snúgva 180 stig og fyrigykla fólki, at hann og alt Tjóðveldi alla tíðina hevur verið ímóti útbyggingini. Jógvan Arge skrivar enntá, at "Vit í Tjóðveldi fegnast um gongdina, tí vit hava, sum tey einastu í Tórshavnar býráð, víst á tey stóru ivamál, sum eru við byggiætlanini."

Nei! Tann andstøðan er spildurnýggj og er bara eitt úrslit av, at Tjóðveldi situr í andstøðu uttan ávirkan. 

Illgitingar nú um, at møguligar tillagingar hava politiskt sikti og samband við fólkatingsval er reinur heilaspuni. Vit ætla okkum framvegis at útbyggja Skansabryggjuna. Men vit hava fingið nøkur hoyringsskriv, sum vit fara at hyggja kontruktivt at. Tað er púra nátúrligt og partur av demokratisku prosessuni. Vit snúgva ikki 180 stig, men tað kann sjálvandi føra við sær, at tillagingar verða gjørdar. Treyðugt so. Men staðsetingin verður tann sama við møguligum broytingum. 

Heðin Mortensen
borgarstjóri