Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dagligu valklummurnar hjá Jógvani Arge gerast alsamt margháttligari. Tess meira hann skrivar, tess meira stendur hann fastur í betongi.
 
Hann hevur annars síðstu dagarnar skýrt býráðsmeirilutan fyri at vera eitt betongstýri, ið einki leggur í at betra um umstøðurnar hjá fólki. Veruleikin er beint hin øvugti, tað prógva politisku úrslitini bæði við lægri skatti, hægri systkinaavsláttri og betri tænastum á mongum økjum.
 
Henda eina dagin var tað Musikkskúlin, sum Jógvan harmaðist um. Bíðilistin at sleppa inn á musikkskúlan er so langur, og tí vildi hann hava betong í formarnar beinanvegin, tí bert við at byggja nýggja musikkskúlan ber til at fáa bíðilistan burtur.
 
Men soleiðis hongur hetta ikki saman. Bíðilistin hevur við rakstur at gera, og skal hann burtur, mugu fleiri undirvísingartímar til. Tað krevur at seta fleiri lærarar í starv, og tað krevur aftur eina hægri játtan bæði frá landi og kommunu.
 
Jógvan Arge letst vilja børnunum og musikkinum so væl, men drívmegin fyri at byggja nýggja musikkskúlan man heldur vera at reisa sær eitt monument, tí æruna vil hann hava, kosta hvat tað kosta vil.
 
Eldraøkið
 
Síðsta klumman ber tó prísin. Nú er tað eldraøkið, sum sambært honum verður stórmál í næsta valskeiði.
 
Jógvan man minnast óalmindiliga illa. Eldraøkið hevur havt hægstu raðfesting alla hesa býráðssetuna, har kommunan yvirtók økið og legði leist fyri, hvussu økið skal skipast og mennast.
 
Jógvan hevur verið við í øllum hesum, men kanska hann ikki longur vil kennast við sín lut.
 
Men eisini her vassar Jógvan fastur í betonginum. Hann vil í óðum verkum byggja eini 50 røktarheimspláss aftrat.
 
Jú, víst skulu vit nøkta tørvin á búplássum, men lat okkum heldur ikki skunda undir tørvin á røktarheimum, tí vit skulu eisini tryggja fígging til at styrkja tænasturnar og tilboðini til tey, sum framhaldandi kunna og vilja búgva heima.
 
Eg hevði heldur vilja givið Bústøðum møguleikan at bygt 50 eldraíbúðir, áðrenn kommunan byggir fleiri røktarheimspláss.
 
Men tað er eisini stuttligt, at Jógvan nú vísir slíka umsorgan fyri eldraøkinum – tó ikki fyrr enn í næsta valskeiði - og tá bert við fleiri betongblandingum.
 
Heðin Mortensen
borgarstjóri