Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgarstjórarnir í Tórshavn og Klaksvík vóru og heilsaðu uppá.

Jógvan Philbrow: Vit bjóða til samstarv

Á móttøkuni fyri nýggja formanninum í Føroya Pedagogfelag, beyð Jógvan Philbrow myndugleikunum til samstarv. 

Øssur Winthereig - PRESS

- Eg vil bjóða tykkum til samstarv, tí allar broytingar eru ikki av tí ringa. Allar avbjóðingar eru at loysa. Saman kunnu vit koma longri, enn um vit skulu berjast um alt.

- Vit í Føroya Pedagogfealg bjóða til samstarv. Vit hava ein rúgvu av vitan og ein sterkan vilja, og vit vilja tað góða, segði Jógvan Philbrow.

Hann vísti eisini á, at uppgávan hjá Pedagogfelagnum er at vera fakfelag, sum tekur sær limunum, sum afturfyri taka sær av teimum, sum hava brúk fyri námsfrøðiligum stuðli.

- Myndugleikarnir eiga at hugsa seg væl um, áðrenn broytingar verða gjørdar á hesum øki. Tað skapar óneyðugt stríð, um vit ikki taka gólvfólkið við, segði Jógvan Philbrow.

Móttøkan var hildin í Perluni í Tórsgøtu í Havn. Námsfrøðingar, børn, kenningar og myndugleikapersónar løgdu leiðina fram við Perluni seinnapartin.