Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Johan Dahl spyr um útisiglarar og inngjald til Heilsutrygd

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 53) um útisiglarar og inngjald til Heilsutrygd. Svarast skal í seinasta lagi 14 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:
1.    Hvørjar politiskar og løgfrøðiligar grundgevingar hevur landsstýrismaðurin fyri at krevja inngjald 
       til Heilsutrygd frá útisiglarum, umframt at teir eisini skulu gjalda til Folketrygd í Norra?
2.    Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at sleppa útisiglarum undan inngjaldi til 
       Heilsutrygd, 
       tá teir eisini gjalda til Folketrygd í Norra. Verður t.d. arbeitt við at leggja málið fyri 
       rættin til viðgerðar og støðutakan og/ella at broyta heilsutrygdarlógina?
3.    Hvussu nógvir útisiglarar gjalda inn til Heilsutrygd, árliga og býtt upp á slag av útisiglarum?
4.    Hvussu stóra upphædd gjalda útisiglarar inn til Heilsutrygd, árliga og býtt upp 
       á slag av útisiglarum?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at føroyingar í starvi uttanlands ella føroyskir útisiglarar í t.d. Norra verða av TAKS kravdir heilsutrygdargjald av B-inntøku. Talan er um føroyingar, sum eru búsitandi í Føroyum og arbeiða uttanlands.

Málið snýr seg í høvuðsheitum um, at Heilsutrygd ikki avgreiðir fleiri avgerðir frá Kærustovninum um frítøku fyri heilsugjald fyri tað tíðarskeiðið, sum goldið hevur verið til Folketrygden i Norra. Sum grundarlag fyri kravinum um frítøku verður víst til Norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd og § 55 í Stýrisskipanarlógini, sum viðger spurningin um gildi av eini løgtingslóg, um lógin gongur ímóti millumtjóðasáttmála, sum er galdandi fyri Føroyar.

Sambært § 55 í Stýrisskipanarlógini hevur løgtingslóg ikki gildi, um henda gongur ímóti millumtjóðasáttmála, sum Føroyar eru fevndar av. (Tí hava útisiglarar eisini søkt um frítøku fyri inngjald til eftirløn vísandi til § 1, stk. 9 í eftirlønarlógini vegna inngjald til Folketrygd og PFA. Undantøk verða ikki givin fyri Folketrygd, men DIS’arar, ið rinda til PFA, sleppa undan eftir galdandi reglum).

Málið snýr seg eisini um rættartrygd hjá hesum bólkinum av útisiglarum. Málið hevur verið til viðgerðar í Kærunevndini í almanna-, familju-  og heilsumálum í 2019, og nevndin sigur í øllum fýra avgerðum í 2019 m.a., at ... “tá ósamsvar er millum løgtingslóg og millumtjóða sáttmála, sum heimastýrið hevur gjørt, ásetir § 55 í Stýrisskipanarlógini, at viðkomandi løgtingslóg, ella partur av løgtingslóg, ikki hevur gildi. Hetta merkir, at ikki ber til at handhevja løgtingslóg, sum er í ósamsvari við altjóða sáttmála, ið heimastýrið hevur gjørt við onnur lond, ella sum Danmark hevur gjørt og sum eisini fevnir um Føroyar. Hetta merkir, at um kærarin hevur siglt við skipum, sum eru undir norskum flaggi, og reiðaríið hevur heimstað í Noregi, fellur gjaldsskyldan, sum er áløgd kærara sambært heilsutrygdarlógini § 24, stk. 1 burtur, vísandi til art. 11, stk. 4 í sáttmálanum (fyriskipan 883/2004).”

Í einari av avgerðunum hevur Kærunevndin broytt avgerðina hjá Heilsutrygd um frítøku, meðan í hinum trimum hevur Heilsutrygd fingið boð um at greiða ein ivaspurning við at spyrja kæraran og síðan avgera sambært niðurstøðuni hjá Kærunevndini. Hóast 6-7 mánaðir eru gingnir, hevur tó ongin kærari hoyrt frá Heilsutrygd.

At enda sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at málið er eisini kært til Løgtingins umboðsmann, LUM (Álit 17. juli 2019). Upplýsast kann, at viðgerðartíðin hjá LUM er ofta drúgv, tí at tað dregur út hjá Heilsutrygd at svara, tá kærur verða sendar til LUM og biðið verður um viðmerkingar/hoyringarsvar frá Heilsutrygd.

Henda ógreiða støða fyri føroyingar í starvi uttanlands er ikki nøktandi við langari viðgerðartíð og vantandi avgerð frá myndugleikunum. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin