Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Johan Dahl vil hava blæu undir Atlantsflog

Johan Dahl, landsstýrismaður, upplýsti fyri útvarpinum í vikuskiftinum, at hann heilsaði einhvørjari kapping vælkomnari um flogvøllin í Vágunum, men hann boðaði eisini frá, at um útlendsk feløg ætlaðu at taka kappingina upp mótvegis Atlantsflog, so vildi landsstýrið seta serligar treytir um, at hesi feløg skuldu taka lut í flúgvingini á Føroya-rutuni alt ári, ella eisini so fingu hesi feløg ikki loyvi at flúgva.

Landsstýrismaðurin gjørdi nógv burturúr, at útlendsk feløg skuldu ikki hava loyvi til at bjóða føroyingum bíligar ferðaseðlar um summari, fyri so at halda seg burtur restina av árinum.

Hetta hevur fingið serkøn at ressast, tí so skal Atlantsflog heldur ikki út á altjóða marknaðin at flúgva, bara tí tað loysir seg ta einu løtuna.

Í Føroyum eru røddir frammi um, at lata Atlantsflog taka kappingina upp móti útlendskum feløgum uttan uppíblanding frá landsstýrinum. Klárar Atlantsflog ikki kappingina, so mugu føroyingar bara staðfesta, at hetta felag onki hevur at gera meira í føroyska samfelagnum.

Atlantsflog er nú meira ein kleppur um beinini á føroyingum, sum skulu tryggja flogfelagnum sosialhjálp fyri at klára seg.

Eingin heldur tað vera í lagi at leggja blæu undir Atlantsflog. Tað skuldi als ikki verið grundarlag fyri slíkum átøkum, tá sjálvt stjórin í flogfelagnum alment hevur reypað av, at felagið er til reiðar at kappast.

Lat so felagið kappast á jøvnum grundarlagi. Føroyingar tíma ikki at betala fýra ferðirnar tann prísin, sum annars átti at verið galdandi um verulig kapping var á økinum.