Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Johan vann 5 gullheiðursmerki í Íslandi

Føroyingurin, Johan Ásmundsson vísti íslendsku elituni innan mastersbólkin í svimjing, hvar skápið skal standa, tá hann vann 8 heiðursmerki í svimjing á stuttum teinum í sambandi við íslendska meistaraheitið.

Hetta vikuskiftið hevur stór Masterskapping verið í Íslandi, har íslendska meistaraheitið í svimjing í Masters bólkinum skuldi avgerast. Talan var tó um eina opna kapping, og tí hava eisini føroyingar luttikið. Ein av hesum var fyrrverandi elitusvimjarin Johan Ásmundsson,úr Føroyum, ið Nudlavirkið er høvuðsstuðul hjá í kappingini hetta vikuskiftið.

Kappingin eydnaðist so sera væl, hann vann ikki færri enn fimm gull heiðursmerki og trý bronsuheiðursmerki. Nudlavirkið ynskir Johan til lukku við góðu úrslitunum.

50 metur bringusvimjing – Gull

50 metur ryggsvimjing – Gull

100 metur blandað svimjing – Gull

200 metur blandað svimjing – Gull

4x50 metur blandað stafettsvimjing – Gull

50 metur frísvimjing – Bronsu

100 metur frísvimjing – Bronsu

50 metur firvald – Bronsu

Johan byrjaði at svimja aftur síðsta summar. Upprunaliga mátti hann leggja svimjingina á hyllina eftir, at en ein afturvendandi skaði forðaði honum í at svimja. Hesaferð hevur hann verið varin í sínari venjing og hevur fokusera á teir styttru teinarnar, ið ikki leggja ov nógv støðugt trýst á økslina, ið áður gav honum trupulleikar.

Johan hevur fingið sera góð úrslit. Í seinastu masterskapping í Føroyum vann hann allar 8 svimjikappingarnar, ið hann luttók í, og aftur nú í Íslandi gjørdist tað til 8 heiðursmerki.