Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Johnny í Grótinum nýggjur sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, hevur gjørt av at seta Johnny í Grótinum í starv sum nýggjan sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum. 

Johnny í Grótinum er 39 ára gamal og hevur útbúgving sum cand. polit. frá 2003 frá Keypmannahavnar Universiteti umframt leiðsluútbúgving á diplom stigi. 

Johnny hevur arbeiðs- og leiðsluroyndir á strategiskum støði innan fíggjarheimin, m.a. sum landastjóri í Danmark, hjá Bank Nordik og sum stjóri í Lív. Johnny í Grótinum hevur umvegis sínar royndir somuleiðis vitan og kunnleika til fíggjarstýring í størri organisatión innan privata geiran serliga, men kennir almenna geiran frá síni tíð sum formaður í Búskaparráðnum 2005/2006 og sum fulltrúi á Hagstovuni. 

Johnny í Grótinum byrjar í starvinum tann 1. august 2015.