Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jólabarnakonsert við Føroya Symfoniorkestri

Borgarstjórin helt røðu undan konsertini í Ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin, har stórt barnakór famførdi saman við Føroya Symfoniorkestri. Vit endurprenta her røðuna:

Góðu áhoyrarar, góðu tónleikarar – og ikki minst, góðu børn!

Hans Andreas Djurhuus yrkir soleiðis í sanginum “Nú brenna túsund ljós í nátt”, sum Eyðun á Lakjuni hevur gjørt lag til:

Og túsund eygu síggi eg,

tey eygu eru glað,

og túsund kenslur fevna meg

á mínum heimastað

Nakað soleiðis havi eg tað, tá eg standi her millum øll hesi sera spentu og fegnu børnini og tónleikarar, sum í so langa tíð íðin hava vant og gjørt seg klár til hetta kvøld.

Hetta er fimtu ferð, at Føroya Symfoniorkestur skipar fyri jóla- og familjukonsert, og er hetta eitt av teimum stóru, afturvendandi tiltøkunum um jólini, sum vit eru sera spent uppá, og sum hjá fleiri er vorðið sjálv ímyndin av, at nú eru jólini í hondum.

Hetta er løtan, tá øll familjan saman verður spæld og sungin í rætta jólahýrin. Hetta er eitt andarhol í strævna gerandisdegnum uppundir jól við stákan og innkeypi. Og mest av øllum, hetta er besta løtan, vit kunnu njóta saman, fleiri ættarlið.

Og so er tað eisini stórbært. Okkara bestu tónleikarar saman við heimsins fittastu børnum á pallinum her og úti í salinum.

Hesaferð hava tit valt at framføra eitt tónleikaævintýr eftir vøkru søguni “Veiða Vind”, sum Rakel Helmsdal hevur skrivað, og sum Kári Bæk hevur sett tónleik til. Eitt rættiligt ævintýr, ið snýr seg bæði um árstíðir, børn, ein dreka, eina álvagentu og eina bjørn, har tónaskaldið hevur fingið íblástur úr kvæðaløgum og hevur skapt eitt frálíkt tónleikaverk. Anfinnur Heinesen verður frásøgumaður, og Janus á Húsagarði hevur gjørt frálíkar myndir til verkið.

Verkið varð framført fyri skúla- og barnagarðsbørnum í Norðurlandahúsinum í apríl í ár, har eini 5.500 børn sóu verkið, og fyri hetta tiltak varð Føroya Symfoniorkestur heiðrað av Tórshavnar Býráð við heiðursløn M. A. Jacobsens.

Sum eg skilji, so er tað eftir umbøn frá fleiri, at henda framførslan nú verður endurtikin, so eisini vaksin og foreldur hava høvið at hoyra og síggja hetta verk. Og tað gleða vit okkum sanniliga til.

Vit gleða okkum eisini til jólaløgini og kendu filmsløgini. Og eg hoyri at vit øll sleppa at syngja við!

Nakað, sum týðir nógv fyri okkum, sum hvønn dag arbeiða við at skapa karmar fyri mentanina í høvuðsstaðnum, er at síggja, at í stóra orkestrinum eru nógvir næmingar úr Miðnámi hjá Tórshavnar Musikkskúla, har summir fyri fyrstu ferð luttaka í einum so stórum orkestri.

Tað fløvar altíð at síggja, at góð úrslit spyrjast burturúr tí arbeiði, ið lagt verður í at skapa karmar.

Takk fyri tykkara innsats og takk fyri tann velduga hugna og jólahýr, tit skapa við tykkara arbeiði, Føroya Symfoniorkestri saman við stóra barnakórinum.

Í dag byrja jólini av álvara.

Takk fyri og gleðilig jól øll somul.

Heðin Mortensen

Borgarstjóri

Kelda: www.torshavn.fo