Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jólahugnin byrjaður í Heiðunum

Í hesum døgum er góður møguleiki at finna jólagávuna í Gomul Jól í Heiðunum í Saltangará. Tað er Runavíkar kommuna sum stendur fyri hugnaliga tiltakinum, sum verður hildið í Gamla Handli í Heiðunum í Saltangará og á Neystaloftinum á sama øki.

Limir frá Næstin, ein stuðulsbólkur hjá hjálparfelagsskapinum New Life International (NLAI) eru á vitjan í Heiðunum til og við 13. desember. Teir standa fyri tiltøkum, kaffi- og vaflusøluni á Neystaloftinum, og jólasøluni í Gamla Handli. Í handlinum eru nógvar spennandi vørður so sum klædnapløgg, taskur, heimagjørd bomm, jólaprýði, myndir og prýðislutir. Prýðislutirnir fevna millum annað um vøkur og sjáldsom armbond, og hálsketur gjørdar av súkkluslangum og pappíri. Allar vørður eru gjørdar í Kenya ella í Føroyum.

Allur peningurin sum kemur inn fer óskerdur til hjálpararbeiði hjá NLAI, sum arbeiða millum heimleys børn í Kenya.

Jólahugnin í Heiðunum heldur fram í døgunum 14.-21. desember við jólasølu við nógvum heimagjørdum vørum, og spennandi tiltøkum sum til dømis vitjan av jólaskipi og –teknikapping.

Kelda. www.runavik.fo