Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

JÓLAKONSERTIN Á SKÁLAFJØRÐINUM

- hóskandi inngongd til høgtíðina

Aftur í ár var Løkshøll í Runavík ramman um eina jólakonsert, sum væl kann skýrast í heimsklassa. Fokusi og áherðslan var á røttum stað, tá endamálið skal vera at peika á jólaboðskapin.  

Tað fyrsta ein beit merki í var hvussu kreativt skrýddur pallurin var. Í fjørð var tað reyði liturin, sum gekk ígjøgnum. Í ár var tað grøna granni og hópurin av jólatrøðum - tú kendi angan av granni!

Atgongumerkið var nakað hægri í ár enn í fjørð, men tað forðaði ikki fólki at koma, tí neyðugt var at hava eina eykakonsert. Fyrra konsertin var leygarkvøldið 19. desember, og seinna var sunnudagin kl.16.00 – tað var fullsett høll bæði kvøldini og sama skráin.

Aftur í ár vóru tað Randi Hansen og Ásbjørn Bertelsen, sum vóru vertar, og tað gjørdu tey sera væl og undirhaldandi, og við sínum stuttu og beinraknu viðmerkingum eydnaðist teimum at halda andaliga fokusi á rættari kós undir allari konsertuni – konsertin hevði ein jólaboðskap til fólkið!

NÝGGJ ANDLIT
Fleiri av luttakarunum gingu aftur frá í fjørð, og teir vóru eins góðir og frískir í ár. Men fyrireikararnir høvdu eisini hugsa um at fáa nýggj andlit inn á pallin, og tað var eingin minni en Linda Andrews og Sigrid Rasmussen. Báðar búgva í Danmark, har tær eru virksamar innan tónleikaframførslur, sum eisini sást og merktist, tá tær stigu fram á pallin í Løkshøll og framførdu sín tónleik. Linda var seinast á skránni, og tá hon hevði nikkað farvæl, rungaðu klappini, at hon var noydd at syngja eitt  nummar afturat, sum hon reint og slætt tók niður úr ermuni. 

TEMAÐI
Ein væl eydnað og sera væl skipað konsert, har temaði var móður Jesusar, hirðarnir, vísmenninir og Frelsarin í krubbuni. Tónleikatemaði í skránni byrjaði við Mariu, og flutti seg til hirðarnar og vísmenninar, og kom í hæddina við barninum í krubbuni, og ikki minst, tá Linda Andrews endaði við sanginum, sum hon sjálv hevur skrivað, AMAZING. Í sanginum gevur hon úttrykk fyri hvussu undranarsamt alt er í samband við føðing Jesusar. 

Tey, sum annars lúttóku vóru hesi: High-5, Tey-7, Heini Lútzen, Jórun Pólsdóttir, Hervør Sabina á Torkilsheyggi, Barbara Gaardbo, Jan Jacobsen og húsorkestrið við hesi manning: Jákup Justinussen, Høgna Klakkstein, Paula Poulsen, Bárður Poulsen, Jógvan Andersen, Benjamin N. Jacobsen, Ólavur Olsen, Jens Knudsen og Eirikur Skála.  

Fyrireikararnir søgdu, at miðja verður ímóti, at konsertin verður aftur næsta ár. 

Konsertin var ein góð inngongd til jólahátíðina og øllum verður ynskt eini góð jól!