Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jólakonsertir í Havn og á Toftum

Í dag fara Kristiliga Sangkórið og Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni at hava konsert í Dómkirkjuni í Havn og sunnudagin í Fríðrikskirkjuni á Toftum.

Tíðindaskriv 9. desember 2016

Nógvar jólakonsertir og jólaframførslur av ymsum slagi eru um hesa tíðina. Tvær av teimum vera ávikavist leygardagin og sunnudagin, tá Kristiliga Sangkórið og Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni fara at spíla seg út ávikvist í Dómkirkjuni í Havn og í Fríðrikskirkjuni á Toftum.

Kórini fara at framføra eini átta jólasangir hvør, umframt at tey eisini fara at syngja tveir sangir saman. Í flestu førum er talan um kend jólaløg.
Kórleiðarar eru Hanus Joensen fyri Kristiliga Sangkórið og Mikael Jóhan Heinesen fyri Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni. 

Øll eru hjartaliga væl komin at lýða á ókeypis konsertirnar ávikavist leygardagin klokkan 17 í Dómkirkjuni í Havn og klokkan 16 í Fríðrikskirkjuni á Toftum.