Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jólamaðurin tók!

Nú hava vit havt eini minnilig jól.

Jólamaðurin var hjá teimum, sum hava ov mikið, við gávum frá teimum, sum hava ov lítið.

Tað her var talan um, var at løgtingið, við einum meiriluta upp á eina atkvøðu, samtykti at minka um grundupphæddina í fólkapensiónini.

Til undanførslu verður sagt, at missurin fæst aftur við at samhaldsfasti hækkar sítt útgjald eins nógv. Men sum Ingeborg Vinther hevur gjørt vart við, so er grundupphæddin í fólkapensiónini skattarfrí, men útgjaldið frá samhaldsfasta er tað ikki. Fólkapensiónistarnir sita við sviðið soð.

Talan er tí um ta vælkendu reglu í allari skattalóggávu, at skattir er nakað sum tey við lágum inntøkum gjalda til minsta vet, meðan tey við høgum inntøkum sleppa lagaliga!

Nú er støðan í hesum landi tann, at miðalinntøkan er umleið tann sama sum í Danmørk. Har er skattatrýstið lægri á teimum høgu inntøkunum enn á teimum lágu eins og í øllum øðrum londum.

Men verður samanborið millum okkum og Danmørk, so er skattatrýstið á tær lágu inntøkurnar hægri í Føroyum enn í Danmørk. Verður hugt eftir teimum hægru inntøkunum, so er støðan øvug Danmarkar og Føroya millum.

Hetta ber við sær, at hóast miðalinntøkurnar eru eins, eru skattainntøkur hins almenna lægri fyri hvønn føroying enn fyri hvønn dana. Tí má tað almenna í Føroyum spara. Eitt av tí, sum spart verður uppá, eru veitingar til tey sum eru illa fyri.

Tey, sum venda sær til sosialráðgevarar okkara, fáa at vita, at um so var, at tey fluttu til Danmarkar, fingu tey nógv betri kor. Tað er einki at siga til, at summi fylgja hesum ráðum, og familjur verða skræddar sundur.

Nú settu føroyingar á valinum 1. september 2015 sítt álit á flokkar, sum lovaðu at bøta um korini hjá teimum, sum vóru illa fyri. Hetta kundi ikki týða annað enn at fara skuldi fram eitt umskifti av skattabyrðuni soleiðis at tey við lágum inntøkum fingu lægri skatt og hægri almennar veitingar, og at tey, sum høvdu ráð at gjalda, komu at fíggja hesa meirnýtslu.

Men hvat fingu vit?

Vit fingu niðurskurð av tí mest samhaldsføstu veiting, sum yvirhøvur hevur verið í okkara skipan: grundupphæddini í fólkapensiónini!

Zakarias Wang