Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

JÓN HERLUF, BIRGIR OG RÚNI STARVSDAGAR HJÁ SLØKKILIÐNUM

Jón Herluf Persson hevur 20 ára starvsdag í fullum starvi, Birgir Davidsen og Rúni Árting hava 20 ára starvsdag í sløkkiliðnum. 

Rúni Árting byrjaði 1/5-1995 sum “leysur” sløkkiliðsmaður. Rúni er sera trúfastur móti arbeiðsplássi og kollegum. Er altíð við tá okkurt hendir, tað veri seg arbeiðsliga ella á tí sosiala økinum.

Hann hevur lætt lyndi og er altíð í góðum lag. Tað dregur øll tey, sum eru rundanum við, so tað hoyrist.

Rúni arbeiðir annars dagliga á Føroya Tele. Tað er eitt stórt arbeiðspláss, so har fær hann altíð tey nýggjastu tíðindini og vittigheitirnar, sum so sjálvsagt manningin á brandstøðini fáa serveraða til onkra kaffipausu, tá Rúni kemur á vitjan.

Annars er tað sera gott fyri Brandstøðina at hava fólk sum er knýtt at ymsu stovnunum runt í Havnini.

Brandstøðin hevur sum flest onnur onkuntíð trupuleikar av telefonneti ella Internetsamband. Tá er gott at kunna ringja til Rúna og spyrja, tí tá er hann skjótur at ringja til røttu viðkomandi, fyri at vita hvar feilurin er, og fáa sett gongd á at rætta feilin. Hann heldur seg heldur ikki aftur at hjálpa til við at fáa gongd á, sjálvt um náttina.

Hetta eru eginleikar sum flestu brandmenn eiga at hava, hetta at hjálpa har mann kann.

---

Birgir Davidsen byrjaði eisini 1/5-1995 sum leysur, og hevur síðan 15/8-2007 verið fastansettur á Brandstøðini. Birgir starvaðist hjá Faroedane, seinni Nema, áðrenn hann bleiv settur í fast starv.

Tað er eisini ein góður stuðul at hava, ein sum veit alt um kopimaskinur, og tað mesta um teldur.

Hansara serliga eyðmerki er, nok at hann tekur sær væl av teim bleytu virðunum her á støðini. Er okkurt, sum leiðslan eigur at vita, so plagar hann at koma so spakuliga inn á evnið og kunna um tað á tann hátt.

Birgir er eisini kunningarfólk. Hann boðar starvsfólkinum frá, tá okkurt skal kunngerast. Eisini er hann óførur at skipa fyri teim tiltøkum, sum eru á støðini. Tað er millum annað jólaborðhald, tunnusláing, starvsfólkadag, 1. oktober (sum er føðingardagur hjá Brandstøðini) , mentanarnátt, og annað sum hendir - ikki minst at biða fólk minnast til flogbóltin týskvøld.

---

Jón Herluf byrjaði sum leysur 15/12-1993 og bleiv settur í fast starv 15/3-1995. Sostatt hevur hann 20 ára dag sum fast ansettur í ár.

Hann er sera eymur um arbeiðsplássið. Honum dámar ikki, at Brandstøðin ikki altíð lukkast líka væl við øllum uppgávum, serliga tá tað kemur til flutningsbilarnar. Hann hevur stóran part av lívinum starvast sum bilførari hjá Júst Sivertsen, so fleiri av uppgávunum, sum onkur heldur eru ringar at loysa, er kanska nakað, sum er púra vanligt í hansara verð. Tá er gott at spyrja hann. So er hann sum ein pílur á støðini, sjálvt um hann hevur frí. 

Eisini er hann ein av átaksleiðarunum, so hann er ofta úti til ymiskt, tað kann vera vatnskaðar, olja á sjógvi ella landi, og kanna ymiskt, sum fólk hoyrir í vindi, og fleiri aðrar uppgávur. Hartil sjálvandi kjarnuuppgávan, eld og vanlukkur v.m.