Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

JÓN NÝGGJUR SKÚLASTJÓRI Í KOLLAFJARÐAR SKÚLA

Mentamálaráðið hevur sett Jón Højsted í starv sum skúlastjóra í Kollafjarðar skúla frá 1. apríl 2013 at rokna.

Jón Højsted er 43 ára gamal, og hevur læraraprógv frá Føroya Læraraskúla í 1999, umframt HA-útbúgving frá CBS í 1995.

Hann hevur starvast við Kollafjarðar Skúla síðan 2005; fyrst sum lærari, og síðani sum varaskúlastjóri frá 2007. Harumframt hevur Jón Højsted millum annað starvsroyndir sum stjóri í teldufyritøkuni Zenit í 2½ ár.

Tað vóru fýra umsóknir til starvið sum skúlastjóri í Kollafjarðar skúla.