Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini omanfyri síggjast, frá vinstu: Hilmar Augustinussen, Bjørg Jacobsen, Súni Selfoss, Jóngerð Simonsen og Svend Åge Seloy.

Jóngerð Simonsen er næstforkvinna

Nevndin í Starvsmannafelagnum hevði sín fyrsta fund fyrrapartin, eftir nevndarvalið á aðalfundinum 4. mars.
 
Nevndin skipaði seg við Jóngerð Simonsen sum næstforkvinnu. Hon er vald fyri tvey ár.
 
Hon tekur við eftir Niels á Reynatúgvu, sum er farin úr nevndini, eftir at hava sitið trý valskeið, sum er markið fyri nevndarumboðan.
 
Jóngerð Simonsen varð vald í nevndina í Starvsmannafelagnum á aðalafundinum í mars 2016. Hon starvast dagliga á Akstovuni.
 
Tveir nevndarsettir stóðu fyri vali á aðalfundinum 4. mars. Bjørg Jacobsen er nývald, og Svend Åge Seloy, sum hevur sitið tvær setur, varð afturvaldur.
 
Myndirnar eru frá fyrsta nevndarfundinum hjá nýggju nevndini í Starvsmannafelagnum.