Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jørð fyri eina krónu!

Mamma mín hevði eina ommu, sum var úr Mortansstovu, og hon var altíð errin av sínum skyldfólkum í Havn – ikki minst Elsu, sum var fyrsti føroyski kvinniligi fotografur.

Nøkur av teimum í Mortansstovu fingu trøð, men ikki øll.

Í 1931 keypti Tórshavnar kommuna tann fyrrverandi amtmansgarðin frá góðsbestýrilsinum. Men býráðið setti seg á hesa jørðina, og gjørdist góðseigari. Teir lótu so nakrar traðir burturat, og onnur fingu urtagarðsstykki við leigusáttmálum. Men framvegis er nakað eftir av hesi kommunalu ogn. Tað einasta rímiliga er, at tey í Mortansstovu, tey á Lava og øll onnur sum búgva í kommununi gerast eigarar av hesi óðalsjørð.

Okkara uppskot er, at tey gerast partaeigarar í hesum jarðarstykki við at keypa eitt av teimum javnstóru partabrøvunum fyri eina krónu. Hetta er ikki dýrt fyri kommununa, tí tað jørðin kostaði er langt síðani goldið, og spurningurin er bara hvat ið er mest samfelagsgagnligt at gera við hesa ogn. Við at hvør havnarborgari gerst eigari av henni, vera tað túsundavís av fólkum, sum fara at hugsa um hvussu mest gagn fæst burturúr. Eydnast hetta, fer tað at gera Tórshavnar kommunu til eitt liviligari stað at búgva í.

Tað vit her síggja er hvussu gagligt tað er fyri einstaklingin og alt samfelagið at fáa samstarv millum øll fólk í samfelagnum. Fyri at fáa alt til at rigga, er neyðugt at gera íløgur. Skulu vit útvega fólkum tak yvir høvdið er neyðugt at hava kapital fyri at gera grundstykkini byggibúgvin og byggja hús. Tað ræður tí um at reisa kapital, og tað ber til hjá tí sum eigur jørð.

Kommunurnar hava eina aðra dagsskrá. Tær eru partar av tí skipan, sum danski staturin hevur fingið í lag her, og danski staturin er altíð klárur til at seta fót fyri framburði í Føroyum. Hetta sóu vit eina best fyri 25 árum síðani, tá teir róku túsundtals fólk frá húsi og heimi og søgdu seg ætla at bara 20.000 fólk skuldu liva í øllum Føroyum. Tey sum hava jørð her, hava eina aðra dagskrá. Tey vilja hava so nógv fólk sum møguligt at fáa grundstykki og festa búgv her, tí fleiri vit eru, og betri okkara fyritøkur eydnast, meir verður jørðin verd.

Tórshavnar kommuna tók tí eina rætta avgerð, tá hon keypti Flatnahaga frá danska statinum. Vit kunnu nú byggja á herðarnar av hesum skilamonnum og sjálvi taka um stýrisvøl. So fer at ganga rættan veg hjá okkum.

Tað er heldur einki ið forðar at vit halda fram við at ganga sama veg sum býarinnar vísu fedrar valdu í 1931 og keypa enn meir av tí almennu jørðini, sum er í kommununi. Her liggur væl fyri. Vit hava hópin av almennari jørð í kommununi. Tað er einki ið forðar at kommunan keypir hesa jørðina.

Her er talan um eina kommunala íløgu, men eins og vit í Húsahaga lata tey, sum hava jørð til leigu fáa hana til ognar móti einum rímiligum gjaldi, so kunnu vit siga, at tey sum í løtuni hava festi, fáa møguleika fyri at keypa tann garð, tey sita á fyri tað sum kommunan hevur keypt hann fyri. Fyri kommununa verður tí talan um eina null-loysn. Fyri samfelagið verður vinningurin alstórur, tí nú fara hesir nýggju eigararnir at kunna samstarva við tey í Flatnahaga um at fáa grundstykki til vega so fólk fáa tak yvir høvdið og vinnulívsfyritøkur kunnu sleppa til verka.

Tá fara vit at hava alla orsøk til at vera errin av okkara býráði, sum heldur enn at vera danskur húskallur gerst oddviti í kommunalum samstarvi og tryggjar, at her býr eitt gott fólk í einum góðum landi.

Zakarias Wang
valevni Sjálvstýris