Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á veg suður við Smyrli í dag prátaði landsstýrismaðurin við skiparan, Marius Hansen. Skiparin greiddi frá sínum sjónarmiðum og møguligum loysnum á trupulleikanum.

Jørgen á fundi á Tvøroyri um støðuna av farmaflutningi við Smyrli

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, er á fundi við vinnuna í Suðuroy. Við á fundinum eru eisini flutningsfeløgini sum flyta farm til útlandi.

Fundurin er á Tvøroyri. Endamálið er at finna eina smidliga loysn fyri farma-og ferðafólkaflutning, soleiðis at ferðaætlanin kann haldast og tørvurin kann nøktast.

Farmaflutningurin hevur verið vaksandi í fleiri ár, og er ikki nóg væl samskipaður við annan flutning. Tað eru størstu vinnubrúkarar av flutningi við Smyrli, ið bjóða til fund at umrøða støðuna av farmaflutningi við Smyrli.

Marius Hansen, skipari, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, er á fundi við vinnuna í Suðuroy. Við á fundinum eru eisini flutningsfeløgini sum flyta farm til útlandi.