Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jørgen Niclasen: Almenn partafeløg eru bastardar

EINSKILJING: Á fundinum við leiðarunum í teimum politisku flokkunum, sum Starvsmannafelagið skipaði fyri, var eitt evni útveiting og einskiljing 

Orð&myndir: Øssur Winthereig – PRESS

Jóhan Dahl, sum umboðaði Sambandsflokkin, var tann einasti við pallborðið, sum helt, at almenn partafeløg vóru av tí góða.

- Tað er púra beint við almennum partafeløgum. Tað ber ikki til, at allar avgerðir skulu í Løgtingið hvørja ferð, segði Jóhan Dahl.

Starvsmannafelagið hevði gjørt síni sjónarmið greið fyri fundin:

- Almennar vælferðartænastur eru tryggast í almennum hondum, og politiska skipanin eigur ikki at fremja privatisering ella útlisitering av almennum vælferðartænastum, skrivaði Starvsmannafelagið millum annað í síni innbjóðing til fundin.

- Allar tænastur kunnu gerast av antin tí privata ella tí almenna. Eg trúgvi ikki upp á, at tað bara er tað almenna, sum kann røkja vælferðartænastur. Tit niðurgera privata sektorin. Vit hava tvey system – og vit hava brúk fyri báðum, segði Poul Michelsen, formaður í Framsókn. - Tey øki, har sum profittur er at fáa, hoyra heima í tí privata. Men tað eru onnur virði, sum verða skapt innan tað almenna. Tá tosa vit um vælferð, trivna, infrakervi og líkandi, hoyrir tað til tað almenna, segði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

Aksel Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og Kári P. Højgaard, formaður í sjálvstýrisflokkinum høvdu hvør sítt dømi um, hvussu illa tað eftir teirra tykki kundi ganga, tá alment virksemi varð einskilt ella lagt í almenn partafeløg.

Aksel Johannesen vísti á einskiljingarnar í danska sjúkrahúsverkinum, har útreiðslurnar vóru øktar, síðani privatsjúkrahúsini komu.

- Har upplivdu tey, at læknar fóru at yvirviðgera sjúklingar fyri at tjena pengar. Ferð eftir ferð hava vit sæð viðgerð av frískum fólkum, segði Aksel Johannesen.

Kári P. Højgaard vísti til eitt av sínum hjartabørnum – nevnliga Posta.

 - Posta er eitt ræðandi dømi, hvat kann henda, tá virksemi sum hoyrir til tað almenna verður lagt í alment partafelag. Starvsfólk eru uppsøgd á ljótan hátt, og rættindi eru traðkað undir fót á Postverkinum, helt Kári P. Højgaard.

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, var heldur ikki so fegin um almenn partafeløg. Hann tók undir við útveiting av almennum tænastum, men við treytum. Eisini einskiljingar fullu í góðu jørð hjá fólkafloksformanninum, men ikki almenn partafeløg:

- Almenn partafeløg eru bastardar, segði Jørgen Niclasen.

Eisini Jenis av Rana fanst at almennum partafeløgum.

- Almenn partafeløg eru av tí ónda, tí tey hava slangu niður í landskassan, helt formaðurin í Miðflokkinum.

Dánjal Højgaard, orðstýrari vísti á sjónarmiðini hjá Starvsmannafelagnum, at tá almenn arbeiðspláss verða einskild verða innlitslóg og fyrisitingarlóg koplaðar frá, og tað merkir, at løntakararættindini verða skerd og setanartrygdin versnar.

Flestu politikararnir dugdu at síggja, at tað kundu vera onkrir trupulleikar við løntakararættindum, men borgarligi vongurin við pallborðið helt tó ikki, at tann trupulleikin var størri enn, at partarnir á arbeiðsmarknaðin sjálvir áttu at kunna loyst hann.

Bæði Aksel Johannesen og Høgni Hoydal vístu á, at lógin um alment innlit eigur at galda fyri almenn partafeløg.