Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

- Øll siga seg vilja hava pedagogar til arbeiðis, men ongin vil gjalda fyri teir, staðfesti Maud Wang Hansen á álitisfólkafundinum. Áleikandi sáttmálastríðið snýr seg tó ikki longur um pengar, men um at fáa eina áseting um sálarligt arbeiðsumhvørvi inn í sáttmálan.

Jørgen og Heðin mugu upp í leikin

Limirnir í Føroya Pedagogfelag standa saman, og tað vilja teir gera, líka mikið hvør endin verður á fastlæstu samráðingarstøðuni. Nú verður roynt at fáa politisku leiðslurnar hjá arbeiðsgevarunum í tal.

Skrivað hevur Ingolf S. Olsen:

Omanfyri 100 álitisfólk møttu upp til fundin, sum Føroya Pedagogfelag týsdagin helt á Hotel Hafnia í sambandi við, at samráðingarnar við arbeiðsgevarafeløgini eru slitnaðar. Stutt fyri jól løgdu semingsmennirnir frá sær royndirnar at finna semju. Teir vórðu boðsendir 4. desember.

Á álitisfólkafundinum greiddi Maud Wang Hansen, forkvinnan í Pedagogfelagnum frá, hvussu støðan er, hvat er farið fram í samráðingunum, og hvat hon og nevndin halda er til ráða at taka.

”Vit fáa ikki strekt okkum longur, enn vit hava. Næstan alt er tikið av borðinum, so tað at kalla bert eru arbeiðsgevarakrøv eftir”, segði hon. Limirnir í Føroya Pedagogfelag standa saman, og tað vilja teir gera, líka mikið hvør endin verður á fastlæstu samráðingarstøðuni. Nú verður roynt at fáa politisku leiðslurnar hjá arbeiðsgevarunum í tal.

Ókeypis krav

Pedagogfelagið heldur fast um kravið um at fáa eina orðing inn oknustaðni í sáttmálanum um sálarligt arbeiðsumhvørvi, afturfyri at tað fram eftir skulu vera fimm starvsfólk á einum arbeiðsplássi, áðrenn tey fáa rætt til at velja sær álitisfólk. Í gamla sáttmálanum skulu bert tríggir limir í Pedagogfelagnum vera á einum arbeiðsplássi fyri at fáa rætt at velja sær álitisfólk.

”Okkara krav kostar onki, null krónur, men kortini hevur mótparturin ikki veirð sinnaður at seta hesa orðing inn, og vit vita ikki hvør orsøkin er. Eg havi ilt við at siggja eina grundgeving ímóti at vilja tryggja eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi, serliga tá tað einki kostar. ongin ivi er um, at tørvur er á at seta orð á hesa skyldu. Tí er hetta óskiljandi fyri okkum, og vit taka tað sum tekin um, at mótparturin ikki vil fáa í lag semju”, greiddi Maud Wang Hansen frá.

Forkvinnan staðfesti, at nakrir møguleikar eru fyri at koma á mál.

Á fundinum varð tó skjótt greitt, at álitisfólkini fyrst av øllum ynsktu ein fund við avvarðandi politikarar, og tað tók nevndin til eftirtektar.

“Vit fara beinanvegin at taka stig til ein fund við fíggjarmálaráðharran og formannin í KAF, og so vóni eg, at samráðingarnar kunnu takast upp aftur. Tað er púra burtur við, um hetta skal enda við verkfalli, tí tað er so ógvuliga lítið, sum skilir partarnar, og tað kostar arbeiðsgevarunum onki”, segði Maud Wang Hansen. Eitt samráðingartoymi mannað við forkvinnuni, Jógvani Philbrow, næstformanni, og Pálli Nielsen, advokati, hevur tikið sær av samráðingunum fyri Pedagogfelagið.

Kelda: www.pedagogfelag.fo