Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jørgen verður sitandi sum formaður

Fólkaflokkurin hevur undan landsfundinum sagt frá, at Jørgen Niclasen, heldur fram, sum formaður í Fólkaflokkinum. Fyri at sissa tey ónøgdu hevur leiðslan sagt, at flokkurin vil endurskoða reglurnar fyri formansvalinum.

Men hetta var júst tað, sum Annika Olsen, hevði fingið at vita, undan hesum umfarinum. Fyri stuttum vóru nevniliga lógarbroytingar gjørdar. Tá Annika Olsen, spurdi, um hendan broytingin kundi brúkast til, at fleiri kundu stilla upp til formann í flokkinum, fekk hon játtandi svar.

Men hetta kundi hon, tá avtornaði, ikki. Síðani hava vit hoyrt, at floksleiðslan hevur koyrt Jákup Olsen, frá sum formann, ið er pápi Anniku Olsen. Hetta var skilliga gjørt fyri at koma við hesi hentleikaumbering undan fundinum í dag.

Men støðan í Fólkaflokkinum er reyður klútur fyri fleiri. Jørgen Niclasen kann sleppa at verða sitandi við einum sera lítlum skara av stuðlum, tá avtornar. tað frætta vit nærri um.