Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dánjal Joensen, ið saman við Hera Joensen og Heina Olsen mannar nevndina, ið velur Ársins Borgara vegna Lions Club Tórshavn, handaði Jørleifi Kúrberg heiðurin á fundi hóskvøldið

Jørleif Kúrberg ársins borgari

Lions Club Tórshavn hevur heiðrað havnarmannin, Jørleif Kúrberg, sum ársins borgara 2016, fyri at hann trúliga greiðir bæði føroyingum og fremmandafólki frá um Havnina, umframt at hann hevur tikið stig til at fáa skelti sett á hús úti á Reyni

Tað var í sambandi við regluliga fundin í Lions Club Tórshavn hóskvøldið, at 74 ára gamli havnarmaðurin, Jørleif Kúrberg, fekk heiðurin sum ársins borgari. Har fekk hann eitt heiðursskjal, ið greiðir frá, hví hesin heiður er fallin honum í lut, umframt peningagávu upp á 5.000 krónur.

– Á sín heilt sjáldsama lætta hátt og altíð við sínum serliga humori uppií, hevur hann leingi greitt bæði føroyingum og fremmandafólki frá um Havnina og serliga frá tí elsta partinum úti á Reyni, verður grundgivið í innrammaða heiðursskjalinum, Jørleif fekk hóskvøldið.

– Hann hevur gjørt tað so livandi, at tú sært hendingarnar og persónarnar fyri tær, sum stóðu teir har ljóslivandi. Somuleiðis hevur hann skipað fyri tí, at navnaskelti er sett á øll hús í gamla býarpartinum.

Nevndin í Lions Club Tórshavn, ið hevur gjørt av at heiðra Jørleif Kúrberg, sigur heiðurin verða latnan “fyri at takka honum fyri tað, ið hann hevur gjørt til tess at kunna um elsta partin av høvuðsstaðu okkara.”