Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jósvein A. Rasmussen farin

17. apríl 1947  -  27. november 2017

Jósvein var ein dámligur og raskur hampamaður.

Hann  var oyndfirðingur. Triðelstur av fjúrtan systkjum. Mamman Julianna  æt Abrahamsen og var úr býlinginum  Tarti.  Pápin Adolf Rasmussen var úr Funningi, og varð fostraður undir  Garði . Bóndahjúnini undir Garði vóru barnleys, og tí fekk hann festi har.  Hagin var norðasti hagi í bygdini,  hann  er  við Djúpini. 

  Longu sum smádrongur var seyðahugurin eyðsýndur. Eins og áhugi fyri øllum kríatúrum. Hann var væl fyri kropsliga og hartil fimur og íðin. Bæði til seyð og alt annað. Hann lærdi frá barni at fáast við fletting og annað ið fáast kundi, og alt  varð framúr væl hagreitt, ella tikið upp til lítar.

Jósvein hevur fingist við ymiskt í lívinum. Hann fór til skips fjúrtan ára gamal og var á sjónum eini fimtan ár. Síðani arbeiddi hann á Føroya Grótvirki nøkur ár, og har næst   arbeiddi hann  í matvøruhandlinum  hjá verforeldrunum. Serliga tók hann sær av øllum tí føroyska matinum handilin seldi.  Seinastu arbeiðsárini vóru á Postverkinum. Hann var raskur, lagaligur og hugagóður.

Jósvein og Ingibjørg giftust í 1970 og fingu trý børn. Sigast skal at Ingibjørg hevur verið honum dyggur stuðul. Og so vóru tey so óføra røsk til at taka alt upp. Serliga í felag.

Miðskeiðis í sjeytiárunum flutti familjan niðan á Hvítanes í barnaheim Sigurdar. Ikki fyrr enn tá kom eg at kenna Jósvein veruliga. Tað kom sjálvandi av seyðinum. Av áhuga fylgdi hann væl við,  og boðaði frá um okkurt var.  Hvønn morgun fór hann ein kvikan túr um Nesið.  Hetta mentist spakuliga, og hann kom at ganga á fjall hjá okkum,  og pápi og hann høvdu mangt seyðapráti. So við og við   átók Jósvein sær meiri ábyrgd, og tað var alt væleydnað .
Hann kendi so væl, og mintist lívssøgur hjá ónum.

Hann var  Hoyvíkshaga  ein góður maður. Og  góður seyðamaður. Trúfastur eisini.

Og tað nívdi hann svárt hvørt ár at uppliva at eini fjøruti seyðir av teimum hann kendi best skuldu farast í ferðsluni. Heldur ikki dámdi hann at síggja hvussu Sandvíkar eru viðfarnar og ikki um at tala  tunnilsmunnin, sum køvir framtíðina á Hvítanesi.

Hesi seinastu árini viknaði orkan, men hugurin var so góður at sjálvt í heyst var hann við  ein góðan mánað áðrenn hann doyði .  Av seyðahugi   vildi hann hjálpa til við slepping og tøku. Flestu aðrir høvdu helst skákað seg undan í tí støðu. Men hjá Jósveini  kom seyðurin fram um so mangt. 

Hann verður saknaður, sjálvandi mest hjá Ingibjørg, børnum, abbabørnum , øllum systkjum og vinfólki.

Tá deyðsboðini frættust segði eg at tað verður stórur saknur.

Tá segði Marjun:  “Ikki minst hjá seyðinum”.

Og seyðurin bíðar enn trúliga eftir sínum “góða hirða” har hann vitjaði tær. 

Takk Jósvein!

Hanus Vang