Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Journalistarnir vunnu ikki upp land

Á hesum løgtingsvalinum, stillaðu tríggir journalistar upp, men oyra fingu teir ikki fyri sínum sjónarmiðum, sjálvt um sokallaður miðlaserfrøðingur royndi at ugga tann eina, Jústinus Leivson Eidesgaard, sum við rósandi orðum fekk at vita, at hann var tann fødda mikrofonrøddin, mjúk og greiddlig í framløgusendingini hjá Sambandsflokkinum.

Hesin sokallaði serfrøðingurin er serfrøðingur í so nógvum øðrum, ið onki skil er á, at vit skulu lata vera við at nevna hann við navni. Tað er so tað besta vit kunnu gera fyri hann í løtuni. Vit hava størstu samkenslu við Kringvarp Føroya, sum hevur hongt sítt trúvirði uppá hesar viðmerkjarar, sum samanumtikið stórt sæð lítið skil hevur verið í.

Eidesgaard fekk tó 90 atkvøður, og hevur sambært Facebook gott mót, og sigur seg fara at herja á næstu ferð, og verður annars klappaður við rósi út av vøllinum. Nú hann ikki rakk á liðið hjá Kaj, hevur hann stundir til Kaj 3. Har er hann so einsamallur á litanum.

Hinir báðir vóru Ingolf S. Olsen, og Øssur Winthereig, sum hava drúgvar royndir innan journalistiska yrki, tó at Øssur nú er farin at telja fólk. Hansara atkvøður taldu so bara 75 persónligar, sum ikki var tað stóra, meðan Ingolf S. Olsen, fekk nakað meira, 146 persónligar á løgtingsvalinum.

Tó at Ingolf Olsen kemur úr eysturoynni, og er búsitandi í vágunum, fekk hann bara 32 atkvøður har, men hann fekk so næstflestar í hesum økinum, men tað sigur so bara hvussu ússalig støðan var hjá Tjóðveldi. Hann fekk so bara 2 atkvøður minni í Sørvági, har hann býr.

Ingolf var annars rímiliga greiður í sínum politisku sjónarmiðum í sjónvarpinum, men sum valevni skal ein síggja út av nøkrum, hava tann rætta retorikkin, og ikki minst skal ein hava ríkiligt av karismu, men har væntaði nógv í.

Øssur Winthereig, virkaði onkusvegna at vera ein uppgrivin fornlutur. Tað var ikki einki skil í tí hann segði, men kanska var tað mátin hann orðaði seg, ið ikki heilt fangaði. Ella eisini var tað, at fólk hildu seg hava hoyrt tað fyrr. Eitt ekkó frá fortíðini. Ein fittur politiskur pappageykur á tveimum beinum, sum hevði trupulleikar at koma á flog undir valstríðnum.

Tað syndarliga var, at ongin av hesum journalistunum dugdi at vinkla sín boðskap, men soleiðis er at fylgja toppstýrdum flokki, og lurta eftir reklamu- og samskiftisfólki, sum við hesum valstríðnum hava víst og prógvað, at als ongin dugur er í teimum. Men í útvarpinum í morgun vóru tað flokkarnir og valevnini sjálv, sum skuldu bera ábyrgdina, og at tað helst fór at verða betri næstu ferð, he, he...

Men skulu vit tulka valstríðið hjá Tjóðveldi, so gongur flokkurin inn fyri tjóðarfrælsi, men persónligt frælsi ella eina frælsa pressu, liggur ikki høgt á listanum. Tað brúkar flokkurin skúlaðan sjálvsensur til. Men journalistarnir funnu ikki seg sjálvar, og vunnu so heldur ikki upp land.

Dan Klein, blaðstjóri