Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Journalistikkur er at lurta

Mær dámdi væl hesar á youtube, sum tosa um at geva sær stundir at lurta. Hatta er júst trupulleikin, og kanska humlan í øllum, at "okkara" sokallaðu journalistar hava longu eitt úrslit fyri tíðindunum, áðrenn tey hava kanna substansin. Tey eru bangin fyri, at kanna eitt mál, sum so fær eitt annað óvæntað úrslit.

Dan Klein, journalistur, ger samandrátt av einum samfelag, sum er dottið eftir liðini, og finnur ikki beinini undir búkinum.

Sum í tollmálinum, hóast tey í innlitsumbønini, eisini fingu gamlar greinar úr Oyggjatíðindum, sum visti at siga, at málið var avgreitt 1997, taldi tað ikki við.

Og tá hongur líka illa saman sum hjá einum dómara í Føroya rætti, sum, áðrenn hann hoyrir partarnar, longu hevur dømt. Ella tá ein dómari noktar at avvísa eina sak, tí tann, ið er stevndur, bara hevur ábyrgdina av at bera journalistikkin víðari, og tíðskil ongantíð kann vera tann, ið ábyrgdast fyri tað, hann endurgevur annan navngivnan persón fyri at siga, bara tí dómarin ber uppá herviligar fordómar.

Vit uppliva revsimál, har verji vísir á, at tað ikki er loyvt at broyta ákæruritið grundleggjandi langt inn í málsviðgerðina, og krevur málið avvíst.

Ongin hevur hoyrt um nakran niðurstøðu um tann partin, men kortini gleið hetta í gjøgnum skipanina við dómi.

Kundi orsøkin vera, at ein ákæri og dómari høvdu felags dagsskrá í øðrum máli, og tí høvdu lært at ganga hond í hond við løgfrøðini?!

Soleiðis kunnu vit reksa upp fleiri sera álvarsamar støður, sum als onki hava við rættartrygd at gera. Kann ringi standurin hjá føroyskum journalistum ikki vera ein avleiðing av ússaliga standinum í umsitingini av samfelagnum, tí, er tað nakað vit skjótt taka við læru av, so eru tað ónollurnar.

Tann vánaligi journalisturin lærdi seg ongantíð at lurta. Hann valdi at gera niðurstøðuna áðrenn hann kannaði innihaldið fyri fakta, sum ongantíð bleiv kannað tí so vendi sannleikin ein heilt annan veg, júst sum við tollgøluni.

Og sum við løgmanni, ið ikki visti, at hann trúði uppá lygnina hjá andstøðuni, og setti seg sjálvan uttanfyri alla ávirkan, og gjørdist heimleysur í toppinum, og enn í dag ikki hevur mistu hóming av, at lygnin varð avdúkað av Oyggjatíðindum, langt áðrenn Norðlýsið hevði lært at herma eftir sínum innara pappageyki.

Journalistikkur er at lurta, reflektera og at gera niðurstøður við øllum relevantum upplýsingum, sum grundarlag.





[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=7ofGbrd6K4c]