Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Junior kennir ikki munin á veiði- og fiskiloyvi

Tá Jan Vestergaard í viðmerkingum til mína grein herfyri pástendur, at løgtingi og minnilutasamgongan í 2011g av M/s Athenu veiðiloyvi soleiðis at hon kundi takað ímóti makreli frá partrolarnum á fiskifeltinum, so er ta ikki í samsvar við veruleikan.

Vestergaard senior gav M/s Athena veiðiloyvi í 2007 til fiskiskap í Kyrrahavinum. Ta vil siga, at M/s Athena var skrásett í Føroya Skipaskráseting, uttan fiskiloyvi. Hetta tí at eigarnir av M/s Athenu undirskrivaðu eina ræðisavmarking sum váttar at skipið , " IKKI VERÐUR NYTT TIL VINNLIGAN FISKISKAP AV NØKRUM SLAG Á FØROYSKUM SJÓØKI ". Í innanhýsis skrivið 23. august 2010 verður á fundi millum senior Vestergaard, aðalstjóran og navngivið starvsfólk í Fiskimálaráðnum, útskriva makrelloyvir " fiskiloyvir " til Athenu og Poseidon, hetta hóast omanfyrinevndu ræðisavmarking.

Sostatt blástemplaði senior Vestergaard fiskiloyvir til Athenu og Poseidon, og lat hánt um ræðisavmarkingina. Aftaná at hesi fiskiloyvir hava ligið í eini skuffu úti í Fiskimálaráðnum í í 3 ár nevnliga til 3.juni 2013 heitir sami senior Vestergaard á FAS- í samband við at m/s Grunnabarð er selt P/F. Ocean Faroes Ltd. og veiðiloyvi hjá fyrrverandi m/s Athenu er flutt á m/s Grunnabarð - um at avlýsa ræðisavmarkingina Sostatt er ta ikki sum junior Vestergaard førur fram, at minnilutasamgongan gav Athenu veiðiloyvi til makrelfiskiskap undir føroyum í 2011.

Hinvegin fekk Athena loyvi til at liggja á feltinum og taka ímóti makrelveiðuni frá partrolarnum. Um minnilutasamgonga ikki hevði fingið móttakarskip út á fiskifelti, aftaná at fólkaflokkurin var rýmdur úr samgonguni, so hevði meginpartur av tí hækkandi makrelkvotuni farið til Guano á Havsbrún.

Um junior Vestergaard ikki veit ta, so er eitt veiðiloyvi tonsini ella skrokkurin, sum ein hevur loyvi at skráseta. Og varð Veiðiloyvi til Athenu skrásett í 2007. Tí er ta burturvið, tá sami J.V. alment skýrur minnilutasamgonguna frá 2011 til at vera orsøkin til, at eigarnir av Athenu í dag eiga tann forrætt, at hava eitt ella fleiri fiskiloyvir, sum teir kunna luta út sum teir sjálvir finna fyri gott. Men sjálv fiskiloyvini hjá Athenu og Poseidon vóru sum fyrr sagt avgreidd 23. august 2010 á fundi millum Jacob Vestergaard, Aðalstjóran og eitt navngivið starvsfólk.

So sambært junior Vestergaard, so er ta fyri tað fyrsta ikki neyðugt við fiskiloyvi, eins og ein ræðisavmarking hevur ikki fyri neyðun at vera strika av Skráseting Føroya. Hví heitir fiskimálaráðharrin tá á Skráseting Føroya um at strika ræðisavmarkingina av Athenu og Poseidon.

Lógin um vinnuligan fiskiskap frá 1994 verður av fiskimálaráðharranum brúkt sum jarnbrot, helst í heimildaloysi, soleiðis at ein makrelbólkur uttan um løgtingi ásetur hvussu makrelkvoturnar og hvussu hesar kvotur verða útlutaðar. Samstundis ræður fiskimálaráðharrin suverent um hvørji í vinna í Makrelgekkinum, uttan nakra kapping.

Ikki er neyðugt hjá junior Vestergaard at siga mær, at felagið " Baklhólmur " hevur gjørt samstarvsavtalu við Thor í Hósvík. Tað hevur verið aktuelt í fleiri mánaðar. Einasta nýggja í hesum er, at felagið " Baghólmur " er stovna við einum eginkapitalið uppá 500.000 krónur. Men partapeningurin verður helst á einum øðrum støðið, um fiskiloyvi verður ein veruleiki. Men hvar er fría kappingin, og hvar síggjast tey liberalistisku sjónarmiðini ið fólkaflokkurin hevði sum skjaldramerki.

Havi als einki ímóti reiðarii og manning sum helst koma at fáa eina kvota, ið kanska kemur at hava eitt virði, sum er omanfyri hundrað milliónir krónir. Ta er bara mátin ið Fiskimálastýrið lutar makrelloyvir út, har aðrir aktørar í ikki eru líka væl við fiskimálaráðharrin, als ongan møguleika hava. Vóni annars, at uppisjóarfiskiskapurin kemur at halda sær nógv ár framyvur, til gagns fyri samfelagið.

Frank Davidsen